Løgmaður fekk boðini í Waterloo

Tað var meðan løgmaður gekk og spákaði sær í navnframa býnum Waterloo 10 km sunnan fyri ES-høvuðsstaðin, Brúsell, at hann fekk boðini um stríðið í samgonguni

Tað var við býin Waterloo, at Napoleon Bonaparte, seinasti franski keisarin, fall tann 18. juni 1815 og varð fluttur á fangaoynna St. Helena, har hann var restina av ævi síni.

Tað var kanska ikki júst hesa samanberingina, løgmaður meinti við, men tað var meðan hann gekk í Waterloo, at Kaj Leo Johannesen ringdi til hansara og segði, at álvarsamir trupulleikar vóru í samgonguni, tí at John Johannessen hevði lagt uppskot fram á ting um nýggja studentaskúla í Hoydølum.

Á tingsins røðarapalli hugleiddi løgmaður í gjárkvøldið um orsøkina til, at Sambandsflokkurin tók stuðulin til samgonguna aftur. Hann helt ikki, at orsøkin kundi vera uppskotið hjá Johan Johannessen, tað var tikið aftur.

- Allar hesar søgurnar um øll málini, sum liggja í tinginum, er ein mýta. Tey eru øll innroknað í fíggjarlógina – uttan tvey, sum ikki vera realiserað, segði løgmaður. ?

Hann segði, at hann hevði hugt Kaj Leo Johannesen í eyguni á síðsta samgongufundi og avtalað við hann, at samgongan skuldi gjøgnumføra øll hesi málini. ?

- So trúði eg, at tað var málið um at stytta freistina at útskriva val, sum var orsøkin. Men tað kann tað heldur ikki vera, um man hyggur eftir álitinum frá rættarnevndini og lesur tað, sum formaðurin, Marjus Dam hevur skrivað, segði løgmaður, og so skrivaði hann út val at vera 19. januar 2008.