Løgmaður fegin um Stoltenberg

Hóast løgmaður heldur tað vera sera torført at koma til nakra eintýðuga niðurstøðu í spurningum um mál millum Føroyar og Danmark, tí tað eru so nógv og ymisk løgfrøðilig sjónarmið í hesum, so heldur hann tað kortini vera eitt gott val at seta Thorvald Stoltenberg til formann í eini av kanningarnevndunum hjá Norðuratlantshavsbólkinum


Mynd av stoltenberg

Kanningar



Nú um dagarnar var fundur í Norðurlandahúsinum, har tey bæði grønlendsku fólkatingsumboðini og tað eina av teimum føroysku í felag greiddu frá tí samarbeiði tey hava tikið stig til á fólkatingi og teimum arbeiðsætlanum, sum liggja fyri framman. Tað er annars ikki so langt síðani, at Anfinn Kallsberg, løgmaður sendi báðum føroysku fólkatingsumboðunum bræv, har hann heitti á tey um ikki at brúka sínar sessir sum vórðu tey umboð fyri landsstýrið. Vit hava spurt løgmann, hvørja viðmerking hann hevur til tað samstarv, sum hevur tikið seg upp í fólkatinginum millum tríggjar av limunum úr Grønlandi og Føroyum.

-Nú skal eg ikki leggja meg út í, hvat gongur fyri seg í einum øðrum parlmenti. Men tað, sum nú hendir, bar eg ótta fyri fór at koma, og tí skrivaði eg bræv til føroysku umboðini í Fólkatinginum fyri at siga frá, at tað, sum fer fram á Fólkatingi, er ikki landsstýrisins politikkur. Eg havi annars ikki mandat til at siga nakað til tað, sum eitt nú Tjóðveldisflokkurin vil brúka sín sess til. Hann eins væl og Sambandsflokkurin brúka sessin eftir tí leisti teir ynskja.

-Men hvat heldur tú um tað samstarv, sum fólkatingsumboð í Norðuratlantshavi hava tikið upp ? metir tú tað, sum nakað, ið kann gagna føroyingum?

-Tað dugi eg ikki at siga. Eg vil fegin fyrst sleppa at síggja, hvat hetta veruliga snýr seg um. Men eg skilji, at teir hava funnið ein formann í tí eini nevndini, nevniliga Thorvald Stoltenberg, og tað er í hvussu er ein persónur við stórum altjóða royndum, so tað í sær sjálvum kann verða ein ávís trygd fyri, at hetta verður ein skilagóð kanning.

Løgmaður leggur tó aftrat, at út frá sínum royndum seinastu árini, so er talan um so nógva jura-løgfrøði og so nógv ymisk sjónarmið, ikki minst løgfrøðilig, at tað er sera trupult at fáa eina eintýðuga niðurstøðu um nakað sum helst.

-Men følir tú, at Tjóðveldisflokkurin brúkar hetta høvið til bara at tæna sær og sínum?

-Tað er tá klárt. Og tað hava teir eisini sín fulla rætt til. Men eg haldi, at tá tað snýr seg um spurningin millum Føroyar og Danmark, so eru her so mikið greiðar avtalur í dag, at tað er heima í Føroyum, at tingini skulu gerast. Vit skulu gera tær tillagingar, soleiðis at vit eru før fyri at yvirtaka tey málsøki, sum vit kunnu og sum vit hava fingið tilsøgn til.

Løgmaður vísir eisini á, at landsstýrið hevur fingið at vita frá donskum myndugleikum, at teir vilja ikki leggja okkum forðingar í vegin. -Er tað ein vilji frá Føroya fólki at taka suvernitetin, so er tað eisini í lagi. Tí eiga vit at fremja hesa tilgongdina á ein tryggan hátt, so vit fáa ein breiðan meiriluta av Føroya fólki við, og at vit vinna á mál við tí. Tað haldi eg uppskotið til samtyktar, sum løgtingið hevur samtykt, saktans kann brúkast til.