Løgmaður: Føroyskir journalistar hava nógv at læra

Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, leggur í dag eftir føroyska journalisthópinum á Facebook. Eftir at ábyrgdarblaðstjórin í Politiken, Bo Lidegaard, cand.mag. í søgu, hevur gjørt samrøðu við løgmann, sum varð prentað í Politiken sunnudagin og síðani stóð at lesa í Sosialinum í gjár, staðfestir Føroya løgmaður, at føroysk blaðfólk hava nógv eftir at læra, sum hann tekur til.

»Tað var eitt sera gott upplivilsi at hava eina langa samrøðu við ein veruliga professionellan blaðmann á Politiken, og síðani fáa staðfest, at tað, sum kom á skrift í einari kronikk, veruliga var tað, sum var sagt, har hava vit nógv eftir at læra í Føroyum«, skrivar Kaj Leo Holm Johannesen á Facebook í dag.

Hetta hevur fingið fleiri føroysk fjølmiðlafólk at ógvast við. Eitt nú sigur fyrrverandi blaðstjórin á Dimmalætting, Ingi Samuelsen, sum nú er journalistur í Kringvarpi Føroya, soleiðis í svari til løgmann:

»Hugstoytt at vera ein partur av eini stætt, sum hervið yvir ein kamb verður skýrd at vera ódugnalig av landsins hægsta leiðara«.

Eftirfylgjandi sigur løgmaður tó í viðmerking til bæði Inga Samuelsen og Hilmar Jan Hansen á Rás2, at tað ikki var meiningin at ákæra føroysku journalistarnar fyri at vera ódugnaligir.

Kaj Leo Holm Johannesen heitir annars á fólk um at lesa samrøðuna við seg í Politiken.