Í kvøld er galladøgurði fyri Margrethu drotning. Nakrir føroyingar eru eisini slopnir við til døgurðan. Les her, hvørji tey eru, og hvat tey fáa at eta í kvøld. Kaj Leo Johannesen, løgmaður, og Hergeir Nielsen, løgtingsformaður, og konan Hanna Nielsen verða við til døgurðan, sum er á Christiansborg í kvøld.
Føroyska Sólrun Jákupsdóttir Rasmussen, sum er kona forsætisráðharran, er boðin við. Og Ríkisumboðið í Føroyum, Dan Michael Knudsen, hevur føroysku konu sína, Jóhonnu, við til døgurðan.
Annars er ein røð av leiðandi politikarum og embætisfólkum í Danmark boðin til fína gildið.
Matarskráin til kongaliga døgurðan í kvøld er millum annað við hummaragele og skeljadórum sum forrætti, kálvasneið, glasseraðum svampum og eplakøku til høvuðsrætt, og dessertin er við cognac-marineraðum sviskum. Vælgangist!