John Johannessen
Triðji hvør føroyingur heldur Anfinn Kallsberg vera besta boði uppá føroyskan løgmann.
Hetta sýnir nýggja veljarakanningin, Fynd júst hevur gjørt fyri Sjónvarpið og Sosialin.
Anfinn Kallsberg er langt fremstur millum teir tríggjar, føroyingar meta vera best egnaðir sum løgmenn. Hann fær stuðul frá 32 prosentum av teimum spurdu.
Næstur á listanum er Jóannes Eidesgaard. Hann fær stuðul frá 20 prosentum av teimum spurdu, meðan Høgni Hoydal liggur á einum triðja plássi við stuðuli frá 13 prosentum.
Helena Dam á Neystabø og Jenis av Rana eru sambært teimum spurdi ikki væl egnað sum løgmenn. Helena Dam á Neystabø fær einans stuðul frá 0,23 prosentum av teimum spurdu, meðan Jenis av Rana fær stuðul frá 1,58 prosentum.
Hóast Sambandsflokkurin hevur havt stóra framgongd seinastu tíðina, eru tað bert 7,2 prosent av teimum spurdu, ið meta formannin, Edmund Joensen, vera væl egnaðan sum Føroya Løgmann.