Samgongan fer aftur í heyst at taka upp samráðingar við donsku stjórnina um ríkisveitingina. Kaj Leo Johannesen, løgmaður, sigur seg vita, hvat hann ætlar við samráðingunum, men hann vil enn einki siga.
- Eitt er kortini vist. At tiðna ríkisveitingina er ikki okkara fremsta politiska mál í løtuni, sigur hann.
Sambandsflokkurin fór til løgtingsval í fjør við lyftinum um at hækka ríkisveitingina við 200 milliónum krónum. Blokkurin hækkaði ikki við afturvirkandi kraft, sum løgmaður hevði vónað. Úrslitið var ein prístalsregulering - 8,6 milliónir krónur afturat í 2012.
- Eg fari at leggja uppskot fram fyri donsku stjórnina, men tað skal ikki skiljast sum, at hetta er avgerandi fyri okkara politikk. Vit hava nógvar avbjóðingar í løtuni, og vit dúva ikki upp á at loysa hesar uppgávurnar við størri ríkisveiting. Eydnast tað, so er tað bara ein fyrimunur, sigur Kaj Leo Johannesen, løgmaður.