Men tað skal vera innan fyri ríkisfelagsskapin. - Eg taki fult undir við, at ein stjórnarskipan fyri Føroyar verður sett í gildi. Men eg má enn einaferð gera greitt, at ein komandi stjórnarskipan má virða støðu Føroya í ríkisfelagsskapinum, sigur Kaj Leo Johannesen. Løgmaður, hevur nú sent út eina fráboðan, har hann dregur í land aftur tað, sum hann er endurgivin fyri at siga á ríkisfundinum í Skagen fríggjadagin.
Kaj Leo Johannesen sigur, at tá ið grein 25 nevndin legði fram sítt uppskot til stjórnarskipan, kom hann til ta niðurstøðu, at ivamál vóru um, hvørt uppskotið samsvarar við heimastýrislógina og yvirtøkulógina.
- Ivamálini vóru grundað á løgfrøðiliga meting frá ávikavist Løgtingsskrivstovuni og Løgmansskrivstovuni. Tískil kann verandi uppskot, um tað verður samtykt í verandi líki, merkja, at Føroyar fara burturúr ríkisfelagsskapinum. Tí boðaði eg longu hin 14. apríl frá míni støðu í hesum máli, sigur Kaj Leo Johannesen.
Hann sigur, at hann síðani hevur tikið spurningin upp við danska forsætisráðharran, Lars Løkke Rasmussen á ríkisfundinum fríggjadagin.
- Serliga nú danska Løgmálaráðið eisini hevur skrivað løgfrøðiligt upprit um málið. Á fundinum gjørdi forsætisráðharrin greitt, at danska stjórnin metir, at um uppskotið verður samtykt í verandi líki, er tað at meta sum, at Føroyar fara úr ríkisfelagsskapinum, sigur løgmaður.
Kaj Leo Johannesen sigur, at hann boðaði forsætisráðharranum frá, at dialogur er millum politisku flokkarnar í Føroyum um, hvussu vit koma víðari í málinum, og at vit venda aftur til donsku myndugleikarnar, tá henda viðgerð er liðug.
- Lat meg gera tað greitt, at tað til eina og hvørja tíð er Føroya fólk, sum avger, um broytingar skulu gerast í ríkisrættarligu støðu Føroya. Men tað mugu vera greiðar linjur, og ongi ivamál eiga at ráða. Skulu vit broyta okkara viðurskifti við Danmark, skal tað verða grundað á tilvitaðar politiskar avgerðir, sigur Kaj Leo Johannesen, løgmaður.