Løgmaður: Eg eri ótrúliga fegin

? Eg hevði ikki roknað við at sloppið at upplivað hetta í míni løgmanstíð, tað má eg viðganga, sigur Anfinn Kallsberg, løgmaður.

 

? Men eg eri ótrúliga fegin.

Løgmaður sigur, at hann hevur ikki verið so nógv við í arbeiðinum saman við oljufeløgunum, tí hesum hevur landsstýrismaðurin í oljumálum tikið sær av.

? Eg hevði uppgávuna at fáa marknamálið upp á pláss, og tað gekk nógv betur, enn væntað, sigur hann.

Løgmaður heldur, at samstarvið við oljufeløgini eru gott.

? Oljufeløgini leggja seg væl eftir at fylgja politiska viljanum í Føroyum, og leggja arbeiðið væl til rættis í tráð við hann, og tað er gott, sigur løgmaður