Skúlastríð
Drúgva ósemjan um skúlan á Trøllanesi er nú reist sum fyrispurningur í løgtinginum. Tað er Vilhelm Johannesen úr Javnaðarflokkinum, sum hevur sett Anfinni Kallsberg, løgmanni, sum varir av kommunumálum, fleiri spurningar um ósemjuna.
Vilhelm Johannesen sjálvur er ikki í iva um, at avgerðin, sum bygdaráðið tók á sínum fyrsta fundi eftir bygdaráðsvalið, er ólóglig. Hann skilur ikki, hvussu Kommunala Eftirlitið í Tinganesi kann koma til eina aðra niðurstøðu, tí avgerðin stríðir móti fleiri ymiskum lógum, heldur tingmaðurin.
Avgerðin um ikki at taka skúlagongdina upp aftur eftir summarfrítíðina í ár, varð tikin á fundi 9. januar. Talan var um fyrsta fundin hjá nývalda bygdaráðnum, men trupulleikin er, at fundurin ikki varð lýstur alment, eins og kommunustýrislógin ásetur. Men hóast hetta er fundurin ikki ólógligur og avgerðirnar ikki ógildugar, staðfestir Kommunala Eftirlitið. Orsøkin er, at nývaldu bygdaráðslimirnir ikki vóru greiðir yvir reglurnar í kommustýrislógini, sigur eftirlitið. Við øðrum orðum, so er fundurin lógligur og avgerðirnar gildugar, tí bygdaráðslimirnir vóru óvitandi um reglurnar í lógini, sum siga, at allir fundir skulu almannakunngerast.
Einastandandi avgerð
Vilhelm Johannesen heldur, at avgerðin hjá eftirlitinum er einastandandi. Hvar gongur markið fyri, nær eitt kommunustýri er so mikið gamalt, at kravt kann verða, at limirnir eru kunnugir við reglurnar í komunustýrislógini, spyr Villhelm Johannesen. Hann heldur tað vera vandamikið, at lógin verður skúgvað til viks í hesum førinum.
- Hetta ber í sær, at nývald bygdaráð á sínum fyrsta fundi kunnu taka allar hugsandi avgerðir uttan at fylgja demokratisku mannagongdini, sum liggur í kommunustýrislógini, vísir hann á.
Men kommunustýrislógin er ikki einasta lógin, sum ikki er fylgd í hesum málinum, heldur tingmaðurin. Ásetingar í fólkaskúlalógini eru heldur ikki fylgdar. Í fólkaskúlalógini stendur, at avgerðir hjá einum kommunustýri um at niðurleggja ein skúla skulu kunngerast í bløðunum. Men hetta er ikki nóg mikið. Lógin gevur eisini íbúgvunum rætt til at krevja eina fólkaatkvøðu um avgerðina. Seta 30 prosent av íbúgvunum í skúlaumdøminum fram ynski um eina fólkaatkvøðu, so skal ynskið eftirlíkast. Men hendan møguleika fingu íbúgvarnir ongantíð, tí avgerðin um at niðurleggja skúlan varð ikki almannakunngjørd, fyrrenn alt ov seint var til at seta fram eitt tílíkt ynski.
Avgerðin má strikast
Vilhelm Johannesen staðfestir í fyrispurninginum, at hvørki mannagongdirnar í kommunustýrislógini ella fólkaskúlalógini eru fylgdar.
- Løgmaður má tí haldast at hava skyldu at ógilda eina slíka avgerð, ið er grundað á eina ólógliga og ódemokratiska mannagongd, sigur Vilhelm Johannesen, sum vil hava løgmann at greiða frá, hvussu tað ber til, at avgerðirnar hjá bygdaráðnum verða standandi, hóast brot á fleiri lógir.
- Løgmaður tykist bert at síggja millum fingrarnar við hesum. Ella tað, sum verri er, hann tykist at halda hondina yvir hesar mannagongdir, sum heilt greitt fremja bort á áðurnevndu lógir, sigur Vilhelm Johannesen.
Í viðmerkingunum undrast tingmaðurin eisini á, hvussu hetta samsvarar við alt tosið um bygda- og útoyggjamenning og almenna politikkin hjá øllum flokkum um, at barnaskúli skal vera í øllum bygdum, har skúlabørn eru.