Løgmaður bjóðar Jákupi væl­komnum heimaftur

-Hann er kanska fyrsti altjóðagjørdi føroyingurin, sum fram um nakran annan hevur prógvað, at heimurin ikki er markaður upp, men hann er opin, og at man hevur frítt at virka í flest øllum londum. Jákup prógvar, at føroyingar kunnu eisini vera partur av altjóðagerðini sigur Jóannes Eidesgaard, løgmaður um byggiætlanina hjá Jákup á Dul Jacobsen

Byggiætlan
Jan Mùller
jan@sosialurin.fo




Løgmaður hevur frætt um ætlanina í fjølmiðlunum og heldur hann hana vera sera áhugaverda og sigur: -Fyrst og fremst vil eg sum løgmaður nýta høvi til at bjóða Jákupi á Dul Jacobsen og hansara ætlanum hjartaliga vælkomnum til landið. Jákup hevur víst í verki, at hann veruliga setir handling aftanfyri orðini, og man kann siga, at hann er tann fyrsti veruliga altjóðagjørdi føroyingurin. Hann hevur fram um nakran annan prógvað, at heimurin ikki er markaður upp, men hann er opin, og at man hevur frítt at virka í flest øllum londum. Føroyingar hava eisini henda møguleikan. Vit hava fokuserað so øgiliga nógv uppá møguleikar hjá øðrum. Vit tosa altíð um, at íslendingar kunnu hetta og hatta og danir somuleiðis. Tað, sum Jákup prógvar, er, at føroyingar kunnu eisini vera partur av altjóðagerðini. Møguleikarnir liggja eisini opnir fyri okkum sigur Jóannes Eidesgaard, løgmaður, nú Jákup á Dul Jacobsen hevur bjóðað sær at standa fyri størsti byggiætlan í Føroya søgu.

Løgmaður vísir á, at henda ætlan er fult í tráð við visiónsætlanina hjá landsstýrinum, sum hevur nettupp hevur altjóðagerðina sum ein týðandi grundarstein.

-Ja hetta at vit mugu ikki síggja nokk í okkum sjálvum. Vit noyðast at hyggja út um bøgarðararnar. Vit mugu út og royna kreftir av við teir stóru. Og sjálvandi klára vit ta kappingina.

Løgmaður sigur víðari, at fyri Havnina hevur tað sera stóran týdning, at hann vil marknaðarføra Havnina sum ein lítlan norðuratlantiskan metropol, og har hann sigur: hví ikki Havnina eins væl og Reykjavík ella London. Tað haldi eg er eitt ótrúliga áhugavert perspektiv.

Og løgmaður heldur fram: -Hetta er øgiliga stórt í føroyskum mátistokki, men eg trúgvi, at ein maður sum Jákup veit júst, hvat skal til fyri at kunna byggja eitt slíkt kraftsentur upp. Hann veit, hvørjir facilitetir krevjast. Tað hevur nakað við ferð at gera. Hetta at fólk, sum arbeiða í hesi vinnu, arbeiða skjótt. Tað er øgilig ferð á teirra arbeiði og tí skulu tey ikki brúka ov nógva tíð at renna til handils ella á fitnesssentur. Tað skal vera við hondina. Tí er tað ein týðandi partur av hansara konsepti skilji eg.

Jóannes Eidesgaard sigur tí, at Jákup skal vera hjartaliga vælkomin aftur til Føroya og leggur aftrat: - Tað er spennandi at síggja, at hann, sum í fyrstani fór trilvandi her frá nú kemur heim aftur við øllum sínum royndum og møguleikum og roynir nakað av her. Hann hevði kunnað gjørt okkurt annað aðrastaðni um hann ynskti tað.

-Er tú ikki bangin fyri, at miðsavnanin við hesum verður enn størri?

-Tað verður hon, men spurningurin er, um hon ikki verður tað kortini, við ella uttan Jákup. Vit byggja jú landið út í løtuni við at binda alt saman. Tú kanst ímynda tær, at tú skal arbeiða minni, kanska einar seks tímar um dagin og hevur so 18 tímar frí. Eg trúgvi, at vit eisini koma at varðveita bústaðarmynstrið. Fólk fara kanska at búgva í Skálavík ella á Viðareiði og arbeiða í Havn osfr.