Zakarias Wang
------
Nú er Danmørk enn einaferð farið upp í eitt kríggj uttan at síggja til, at tað hevur fingið loyvi frá okkum til hetta ævintýr.
Tað er ólógligt fyri Danmørk at fara í kríggj uttan okkara loyvi, tí tann 28. august 1450 skrivaði danska stjórnin undir bjørgvinarsáttmálan, sum sigur, at hvørki av teimum báðum ríkjunum skal fara undir kríggj uttan so at ráðið í hinum ríkinum tekur fult undir við tí og samtykkir tað og vil tað [skal hwerken righe noghet orloff vppa slaa vden medh thet annet righens radz fulburdh oc samtychke oc wilghe].
Í 1627 fóru danir eisini í eitt slíkt ólógligt kríggj. Teir hildu seg hava skyldu til at hjálpa trúarfeløgum sínum í Týsklandi, og fóru avstað í óðum verkum uttan okkara samtykki ella vilja.
Hetta fekk avleiðingar fyri okkum, sum vit kunnu síggja í tingbókini. Tann 6. juli 1629 hava sandoyarprestur, løgmaður og sýslumenninir í Suðuroy og Sandoy skrivað bræv til kong, har teir siga, at tvey turkaskip við fimmhundrað monnum umborð hava verið í Hvalba. Sjórænararnir hava ikki bert tikið neyt og seyð og bátar, men eisini meir enn tretivu konur og børn, og hava dripið seks fólk. Bygdarfólkið noyddist at krógva seg, og kom tí at svølta. Ein danskur maður, sum var saman við sjórænarunum, segði at næsta ár komu teir aftur við ellivu skipum.
Tíbetur kom friður í lag, og eingi skip komu árið eftir. Men hetta dømi vísir, at tað er sera lætt at fara í kríggj, men vansin við øllum kríggjum er, at vit ongantíð vita hvat ið hendir tá tað fyrst er brostið á, tíansheldur hvussu tað fer at enda.
Hetta er orsøkin til, at ein avgerð um at fara í kríggj má vera væl umhugsað.
Nú varð sagt, at ráð Danmarkar hevði slíkan skund, at tað ikki bar til at spyrja okkum og geva okkum tíð til at taka eina avgerð um hvørt vit tóku undir við hesum tiltaki.
Nú kunnu vit bara vóna, at tað fer at ganga okkum betri enn tað gekk forfedrum okkara í Hvalba í 1629, og fyri ikki um at tala dønum sjálvum tá, men trygd fyri hesum hava hvørki vit ella danir.