Ólógligt at burturvísa næmingi í Hoydølum

Tað var ólógligt, tá ein næmingur á Studentaskúlanum í Hoydølum í fjør varð burturvístur fyri at hava parkerað ólógliga.

Tað sigur Løgtingsins umboðsmaður, sum hevur viðgjørt málið.

Tað var ein genta, sum varð burturvíst, tá ið hon fyri aðru ferð parkeraði ólógliga við studentaskúlan, men foreldur hennara løgdu málið fyri Løgtingsis Umboðsmann.

Mentamálaráðið góðkendi annars burturvísingina, men stutt eftir varð hon kortini tikin aftur, so at gentan slapp at halda fram í skúlanum.

Løgtingsins Umboð heldur, at tað er ílagi, at skúlin hevur reglar fyri parkering.

Hetta eru reglur, sum vórðu settar í gildið av trygdarávum so at brandbilar og sjúkrabilar ikki verða tarnaðir av parkeraðum bilum.

Men tað stendur ongastaðni í lógini, sum reglurnar eru gjørdar eftir, hvussu tað skal revsast, tá ið næmingar bróta reglarnar.

Og tað er annars eitt krav, at tað skal standa greitt í lógini. Men tá ið ikki stendur í henni, ber sostatt heldur ikki til at burturvísa einum næmingi fyri at bróta reglurnar.

Løgtingsins Umboðsmaður sigur, at vegurin og økið oman til Føroya Studentaskúli og HF-skeið í Hoydølum er alment ferðsluøki og eru umfatað av teimum vanligu ferðslureglunum í ferðslulógini.

Hon heitir tískil á Mentamálaráðið um at seta seg í samband við løgregluna og fáa skipað ferðsluviðurskiftini, soleiðis at ongin vandi verður fyri brunatrygdini ella ferðsluni annars uttan fyri Føroya Studentaskúli og HF-skeið í Hoydølum.