Ólógligir hundar í Føroyum

? Hóast hundurin er ektaður Pittbull terriari ella Tosa, so ber altíð til at siga, at eingin stamtalva fylgir við hundinum. Tá ber jú ikki til at prógva at hann er av bannaðu sløgunum, hóast hann líkist teimum, sigur Lars Mohr Nielsen, djóralækni

Lars Mohr Nielsen er djóralækni í Havn. Hann hevur hugt eitt sindur at lógini um innflyting av djórum til landið, og hann heldur, at lógin er rættiliga elastisk.
? Hóast tú ikki hevur loyvi at innflyta Pittbull Terriarar ella Tosa, so kanst tú altíð blanda tvey sløg, tí so hevur tú ikki ein ektaðan hund longur. Tá er tað ein blandhundur uttan stamtalvu, men hann kann framvegis vera vandamikil, vísir Lars Mohr Nielsen á.
Hann sigur víðari, at ein annar møguleiki er at lata pappírini uppá ektaða hundin liggja eftir, tá hann verður innfluttur.
? Um tað ikki ber til at prógva, at talan er um ein av bannaðu hundunum, hvør kann so taka dagar ímillum um tað er so ella ikki? Hóast hundurin líkist einum av bannaðu hundunum, so kann altíð førast fram, at talan er um eitt sonevnd »gatukryds«, sum ikki hevur nøkur pappír, sum vísa racuna, vísir djóralæknin á.
Lógin sigur, at tað ikki er loyvt at innflyta blandingar av bannaðu hundaløgunum til landið, men tað kann vera ilt at meta um blandingina, tá stamtalva ikki fylgir við hundinum.


Kamphundar
Spurdur hvørji hundasløg koma undir kamphundar, svarar Lars Mohr Nielsen, at tað serliga eru trý sløg av hundum. Pitbull terrier, Tosa og staffordshire terrier. Hetta eru hundar, ið eru vandir til at berjast, og teir hava eina ekstremt agressiva atferð.
? Hundarnir verða nýttir til hundabardagar. Tað gongur fyri seg á sama hátt sum hanabardagar. Hundarnir eru vandir at loypa á og berjast, og teir hava einki afturhald, greiðir Lars Mohr Nielsen frá.
Hann sigur, at aðrir hundar, sum fólk vanliga ræðast, t.d. Dobermann og Rottweilarar, ikki koma undir heitið kamphundar, og teir eru tí ikki bannaðir í Føroyum.
? Í Onglandi hava nøkur sakarmál verið, tí kamphundar hava lopið á fólk. Men eg minnist ikki at nakað sakarmál hevur verið í Norðurlondum í seinastuni. Men tað er eingin ivi um, at talan er um vandamiklar og ógvuliga agressivar hundar, vísir djóralæknin á.
Hann sigur, at taðserliga eru børn, ið verða álopin. Vaksin fólk duga ofta betur at meta um støðuna, tá hundar vísa agressiva atferð. Børnini hava minni møguleika at verja seg, og tí eru tey ofta offur.

Ólógligir í DK eisini
Nevndu hundarnir eru eisini bannaðir í Danmark, men har er forboðslógin eins løtt at toyggja, sum føroyska lógin.
? Eg havi júst verið í Danmark, og eg haldi meg ikki hava sæð so nógvar kamphundar fyrr. Teir sóust allastaðni, hóast teir eru bannaðir. Fyri eini tíð síðani kom ein lóg, sum segði, at øll hundasløgini, sum eru bannað í Danmark, skuldu steriliserast. Men tað er allarhelst ikki gingið so væl við at hondhevja ta lógina, tí tað ýður í slíkum hundum nú, sigur Lars Mohr Nielsen.
Hann heldur tó ikki, at tað fer at vera nakar stórur trupulleiki av tílíkum hundum í Føroyum, tí tað eru sum ofast ávísar týpur, sum fáa sær slíkar hundar.
? Tað eru serliga rockarar, narkomanar og fólk, sum annars vilja verða respekterað, sum fáa sær slíkar hundar. Hesar týpurnar eru ikki nakar stórur samfelagsbólkur í Føroyum, og tí vænti eg ikki, at tað verður nakar stórur trupulleiki av hesum hundunum, hóast alt, sigur Lars Mohr Nielsen.
Spurdur hvat kundi verið gjørt fyri at forða vandamiklu hundunum at koma inn í landið, tá verandi lóg ikki er nóg góð, svarar hann, at tað er ilt at siga.
? Tað er sera torført at taka dagar ímillum hvørjir hundar eru ektaðir og hvørjir ikki eru. Og um stamtalva ikki fylgir við hundinum, so er næstan vónleyst at gera nakað. Eg veit ikki hvat kann gerast, fyri heilt at forða kamphundum í Føroyum, sigur Lars Mohr Nielsen at enda.