Ólóglig parkering á gongubreytini

Ferðslumentan

Leygardagin 14. august 2004 stóð ein bilur parkeraður við Marknagilsvegin í Havn undir skeltinum sum vísir, at ikki er loyvt at parkera.

Ein lesari blaðsins sendi okkum myndir og ger vart við, at fólk ikki hugsa seg um, tá tey seta bilin frá sær. Viðkomandi heldur at bilførarar ofta slepp ov lætt, og at løgreglan átti at gjørt nógv meira við ólógligu parkeringina í býnum.