Í okkara grannatjóð Íslandi, sum sitandi samgonga brúkar sum fyrimynd, hevur vanligi løntakarin eina tímaløn uppá umleið 40 krónir, skriva fjøruti krónir. Tað gevur eina vikuløn uppá kr. 1.600,- og eina mánaðarløn uppá umleið kr. 6.400,-
Hesa upphædd metir stórur partur av sitandi samgongu, at løntakarin her á landi skal lívbjarga sær við.
Um samgongan fær ein bruttoskatt samtyktan og lækkar skattin niður í 30-35%, tá verða góðar 4.000 krónir eftir hjá føroyska løntakaranum at húsast við.
So kann tú spyrja og tað av røttum, um SEV, Statoil og Shell seta prísirnar niður samsvarandi lønarlækkingini.
Verður tað bíligari at ferðast og fara margarinpakkin, mjølið og mjólkin at gerast bíligari.
Og hvussu við húsalánunum, koma bankarnir at lækka tey tilsvarandi lønarniðurskurðinum o.s.v.
At billa fólki inn, at jú meira tú lækkar lønirnar, minni verður skatturin, samstundis um landskassin fær upp aftur meira pening orsaka av hesum, tað er so langt úti at tú hevur ikki orð fyri tí.
Vit síggja dag og dagliga, at føroyskar fyritøkur standa seg væl í kapingini við útlendskar fyritøkur.
Tíverri sær tað soleiðis út, at tað valla vendist aftur av tí høgrasnaringspolitikki, ið Tjóðveldis og Sjálvstýrisflokkurin hava staðið fyri, ein politikkur har hesir báðir flokkar hava yvirhála teirra samstarvsfelaga, og tað sigur ikki so lítið.
Frank Davidsen