Tað er onki at taka seg aftur í, at nógv fleiri bátar vóru mannaðir, um reglurnar vóru sum fyrr. Tá kundi bátur verða mannaður/flotaður ein kanska tveir mánaðir undan Ólavsøku og hettar hevði við sær at kappingin bleiv størri og betri sum leið út ímóti Ólavsøku.
Gleðin var stór hjá teimum, sum mannaðu bát mitt í kappingini og somuleiðis høvdu sjófólk/útisetar og fólk her á landi møguleika at gera dreymin til veruleika, og sjálvsagt hevði áskoðarafjøldin vaksið, tá hevði avvarandi hjá hesum "óvandu" rógvarum leitað sær oman at støðnni.
Hesir "óvandu" høvdu brúk fyri einari kanska tveimum "test" stevnum áðrenn finaludagin á Ólavsøku soleiðis at so kundi rættast upp á ymsar skeivleikar umborð á bátinum, og hesar royndarstevnur høvdu somuleiðis drigið avvarandi við sær, og sostatt vaksið um inntøkurnar á stevnunum uttan fyri Havnina.
Sum lógin er í dag, kunnu øll lutaka í fm-róðri á øllum stevnum uttan í Havn. Eg veit at hendan lógin var gjørd, tí at fm-úrslitið kundi broytast um avgerandi róðurin um fm-heitið var á Ólavsøku, og so kom ein bátur mitt í árinum og broytti fm-úrslitið soleiðis, at heilt aðrir bátar kundu gerast meistarar osv. Halló... er man veruliga best, tá man tapir ímóti bátum sum hava vant meira enn helvtina styttri og bert róð eina ella tvær stevnur????
Vaksnamannabátarnir
Trupulleikin er at manna vaksnamannabátarnar. Sostatt skuldi tað veri frítt at lutikið í kappróðri fyri 6-manna, 8-manna og 10-mannaførini og ikki veri nøkur lóg sum beindi fyri kappróðrinum í hesum bátastøddum.
Tað hevði verið til stóra gleði fyri øll vaksin kappróðrarfólk og ikki minst fyri teir sum rógva allar stevnurnar og sum eru væl trimmaðir í rógvimaskinunum tá kundu vit sæð um teir "maskintrenaðu" roynast so nógv betur enn hin náttúrliga megin sum Várharra gav okkum.
Somuleiðis hevði "mytan" rógvimaskinur staði sína roynd,vit vita jú at tær "gomlu" tíðirnar vóru ikki verri enn í dag, ja, onkuntíð betur og tá var venjingin annan hvønn dag ella sum tað nú einaferð lá fyri og sostatt hevði ein tíð til familjuna og ikki sum nú at 6-8 mánaðir fara til venjing/fyrireiking.
Vælsignaðir tit í RSF og feløg kring landið, hugsið um tað, tí at hettar er í tøkum tíma. Roynið og broytið lógina til komandi aðalfundin 2008 og gevið soleiðis øllum gleðina aftur við at síggja so nógvar kappróðrabátar á firðum og vágum sum gjørligt og tá síggja vit aftur føroyskan kappróður blóma.
Við vón um at besti bátur vinnur!!!!
Við vón um eitt gott kappróðrarár