Í dag eru liðin 150 ár síðani danska grundlógin varð sett í gildi. Hetta verður, sum vera man hátíðarhildið í Danmark, ístóran stíl má sigast.
Skipað verður fyri meiri enn 200 tiltøkum ymsa staðni í landinum, og tað er so at siga bara hugaheimurin, sum setur mørkini fyri tísum henda skal.
Men tað er heldur ikki so lítið at hátíðarhalda.
Grundlógin er sum kunnugt lógin yvir øllum lógum, og tað er hon, sum er grundin undir fólkaræðinum.
Í grundlógini standa nakrar leikreglur, sum áseta hvør hevur maktina í landinum og hvat tey kunnu brúka hana til.
Tað er sera týdningarmikið, at alt fer fram, samsvarandi grundlógini, og tí eru fólk sett, sum fylgja við um so er.
Ein lóg, sum tryggjar borgarunum í landinum nøkur rættindi, og sum samstundis tryggjar, at tey sum sita við valdinum ikki fara við tí, sum teimum lystir.
Føroyar fylgdu bara við
Sum nevnt er danska grundlógin gjørd fyri meiri enn 150 árum síðan, og í teirri tíðini vóru føroyingar ikki so høgt í metum, at teir høvdu so nógv at skula sagt.
Grundlógin kom, tí danir vildu av við einaveldi, og tað var bara Ísland - av donsku hjálondunum - sum fekk høvið til at gera sína ávirkan galdandi.
Kongur útnevndi nakrar íslendingar at verða við í arbeiðinum og teir fingu gjørt tað soleiðis, at Ísland ikki skuldi undir donsku grundlógina fyrr enn teir vóru spurdir.
Kongur útnevndi C. Pløyen, sum føroyskt umboð, og hann hevur eftir øllum at døma ikki mett tað neyðugt, at føroyingar vóru spurdir tá grundlógin var sett í gildi, og tí kunnu vit á siga, at føroyingar fylgdu bara við.
Hetta hóast ein av fremstu sakførarunum í Danmark tá, A. S. Ørsted mælti til at føroyingar skuldu spyrjast.
Tann 5. juni 1849 kom lógin í gildi í Danmark og umleið hálvtannað ar seinni, tann 29. desember 1850 var lógin staðfest og kunngjørd á vártinginum.
Broytingar við tíðini
Grundlógin, sum hon sær út í dag, er ikki tann sama, sum var lýst í 1849, men beinagrindin er tann sama.
Hóast tað er meiri enn torført at broyta eina grundlóg, so er gjørt fýra ferðir síðani lógin á fyrsta sinni kom í gildi.
Longu seytjan ár seinni - í 1866 - vórðu fyrstu broytingarnar gjørdar, og síðani tá er lógin broytt í 1915, 1920 og í 1953.
Men hetta er ikki seinastu ferð, at lógin verður broytt, minni enn so.
Í Danmark verður í hesum tíðum tosað nógv um, at neyðugt er við broytingum í grundlógini, og tað er sum skilst á fleiri økjum, at neyðugt er við dagføringum.
Ikki er tað neyðugt at siga, at tíðirnar broytast ógvuliga skjótt í dag, og hetta setur krøv til heimin umrking okkum - og tí eisini til grundlógina.
Dagføringar neyðugar
Tí verður eftir øllum at døma neyðugt við broytingum í verandi lóg.
Samfelagsskipanin er ikki tann sama, sum hon var fyri 46 árum síðani og enn minni sum hon var fyri 150 árum síðani.
Eftir ríkisrættarmálið móti Ninn Hansen eru fleiri, sum hava sett spurnartekin við tann mátan sum brúktur verður at velja dómarar eftir. Í veruleikanum er tað so at Hægstirættur velur helvtina av dómarunum, meðan fólkatingið velur hina helvtina.
Orsøkin til hetta er, at tað hvur verið mett rætt, at tað í dómarafjøldini sita fólk við kunnleika til politisku skipanina, men tað eru alsamt fleiri, sum set spurnartekin við, um tað er rætt, at ákærin eisini skal vera við at velja dómararnar.
Tað skal tó leggjast afturat, at hesin trupulleikin ikki er so ógvusligur, tí ríkisrættarmál er sum lundi á jólanátt.
Erling Olsen, fyrrverandi danskur løgmálaráðharri metir at tað er neyðugt við dagføringum av lógini, men hann metir kortini ikki, at hesar skulu gerast yvir háls og herðar.
Orsøkin er tann, at tað í veruleikanum er tikin hædd fyri teimum samfelagsligu broytingunum, soleiðis at allir partar av politiska lívinum eru við í øllum avgerðum.
Erling Olsen vísir m.a. í eini samrøðu við Berlingske Tidende á, at verður grundlógin fylgd til síðsta punkt, so er ikki neyðugt, at fólkatingið veit nakað um uttanríkispolitikkin, tí í grundlógini stendur, at tað er Kongur ella stjórnin, sum hava uttanríkispolitikkin um hendi.
? Men í praksis er hetta gjørt soleiðis, at flokkarnir í fólkatinginum verða tiknir við um uttanríkisnevndina og Europanevndina, og tí kunnu vit liva við hesi skipan.
Hann nevnir eisini tann veruleika, at tað her á landi og í Grønlandi eru ynskir um størri avgerðarrætt í egnum málum, men hann sær heldur ikki hetta sum ein stórvegis trupulleika.
? Í heimastýrislógini er eisini møguleiki at geva Føroyum og Grønlandi størri vald í egnum málum, sigur hann.
Her mugu vit leggja afturat, at á hesum øki eru uppfataninar so ymiskar.
Mannarættindini
Tá danska grundlógin varð orðað, vóru krøvini til mannarættindini ikki so stór, men tað er øðrvísið í dag.
Hetta sær fyrrverandi ráðharrin og tingformaðurin ikki sum tann stórvegis trupulleika.
Evropeiska mannarætt-indakonventiónin er innbygd í danskt lógarsmíð, so á tann hátt er tað ein trygd í sær sjálvum.
Eitt tað besta dømi um at mannarættindini ikki eru fótatraðk kom herfyri tá Hægstirættur tók avgerð um, at danir ikki hava loyvi til at senda útlendskar narkotikabrotsmenn av landinum.
Erling Olsen heldur tó, at tað hevði verið gleðiligt, um ein revisión av donsku grundlógini hevði havt við sær, at mannarættindini vóru raðfest hægri.
Altjóða samstarvið
setur krøv
Tað málið, sum tó hevur fingið størst umtalu í sambandi við grundlógina, er europeiska samstarvið.
Danir eru partur av ES og eisini tann felagsskapurin er í javnari broyting.
Grein 20 í grundlógini krevur, at geva danir yvirvaldsrætt frá sær, so skal fólkið spyrjast, og tað var tað sum hendi tá Amsterdam sáttmálin var til fólkaatkvøðu.
Men ein spurningur, sum Erling Olsen hevur sett sær er, um tað er neyðugt at allur sáttmálin fer til fólkaatkvøðu.
Eftir hansara tykki áttu danir bert at atkvøtt um tann partin, sum viðvíkti grein 20, tí so hevði fólkið ein møguleika at vita hvat tað var tey atkvøddu um.
Tað heldur Erling Olsen ikki danir høvdu tá Amsterdam sáttmálin var til fólkaatkvøðu, og tað samsvarar væl við tað, sum var frammi í donskum fjølmiðlum tað tíðina.
Mugu vísa varsemi
Millum danskar politikarar hevur verið tosað nógv um at víðað grundlógina soleiðis, at tað í henni verður staðfest hvørji sosial rættindi borgararnir í ríkinum hava.
Til tað sigur Erling Olsen, at her má farast fram í størsta varsemi.
Tað er hansara fatan, at grundlógin skal tryggja nøkur rættindi, uttan at tey standa orðarætt í lógini.
? Tað vandamikla er, um vit áseta avís rættindi í lógini og so tíðin fer at vísa, at vit ikki megna at liva upp til tey rættindini.
Napoleon keisari skal hava sagt, at ein grundlóg skal verða stutt og ógreið. Aftanfyri hetta liggur, at tað skal verða møguligt at tulka lógina, og tað er júst tað, sum verandi lóg loyvir.
Skal tað broytast, so er neyðugt at vera ótrúliga varin, tí annars er vandi fyri, at lógin skal broytast alla tíðina, og tað er ikki ætlanin við grundlógini, sigur Erling Olsen
Monarki ella ikki
Sum kunnugt hava danir eina drottning, sum flestu teirra eru bæði fegin og stolt av. Men fyri tað eru øll ikki samd um Danmark framhaldandi skal verða monarki.
Flokkarnir á fólkatingi eru heldur ikki samdir um hetta, men í løtuni er hetta ikki ein nakar trupulleiki av teirri orsøk, at drotningin og familja hennara hava eitt sera gott umdømi.
Hetta kann, sum kunnugt broytast, men tað er ivasamt um flokkarnir í danska tinginum tora at saga greinina av, sum kongshúsið situr á.
Hinvegin kann hugsast, at teir fara at hyggja at svensku skipanini um tað verður neyðugt við broytingum. Svenski kongurin hevur als einki við politiska lívið at gera, og sum skipanin virkar í Danmark í løtuni, so er parturin hjá drottningini meira av formellum slag.
Broytast um eini 10 ár
Sum nevnt aðrastaðni heldur Erling Olsen ikki, at broytingar í grundlógini skulu skundast ígjøgnum.
Hann er ikki í iva um at tað er neyðugt við broytingum, men hesar skulu vera arbeiddar væl igjøgnum áðrenn, so nærum full vissa er fyri at tær virka eftir ætlan tá tær verða settar í grundlógina.
Men áðrenn vit koma har til, kunnu vit staðfesta, at vit í dag hátíðarhalda 150 ára dagin fyri at lóganna lóg varð sett í gildi.