Finnbogi Arge, landsstýrismaður, hevur rúsdrekkamál í sínum málsøki
Hann skal gera av, um fleiri skeinkiloyvir skulu latast.
Spurningurin er um talið av skeinkiloysvum í Suðurstreymi eru tey røttu. Tað er hetta, vit skulu fáa greiðu á, sigur landsstýrismaðurin.
Ein liður í royndini at kanna umstøðurnar viðvíkjandi skeinkiloyvum, hevur m.a. verið, at tosa við ráð og nevndir, sum hava við málið at gera.
Tá vit hava innheintað neyðugu upplýsingarnar, setir landsstýrismaðurin tal á, hvussu nógv skeinkiloyvir skulu vera, og letur tað til loyvisnevndina at taka støðu til, sigur Finnbogi Arge. Út frá hagtølum heldur landsstýrismaðurin, at tað ikki eru matstovurnar, sum elva til ovurnýtslu.
Krav um yvirskot og tálman av nýtsluni
Stendur tað ikki í andsøgn til tað, at landið eigur Rúsdrekkasøluna, sum fær pening í landskassan, at sølan skal tálmast við m.a. ikki at geva neyðugu skeinkiloyvini?
Á fíggjarlógini er kravið at Rúsdrekkasølan skal geva yvirskot. Rætt er, at tað stendur í andsøgn til at nýtlan skal tálmast., sigur Finnbogi Arge.
Hinvegin, so skal Rúsdrekkasølan selja vørurnar, men samstundis ansa eftir, ikki at selja ov nógv.
Kunnu hesi bæði endamálini sameinast?
Fáa fólk at drekka veikari sløg
Ikki sambært lógini, men í roynd og veru kunnu starvsfólkini á Rúsdrekkasøluni t.d. royna at fáa fólk at drekka veikari sløg, og tann uppgávan hevur avgjørt virði, tá talan er um rúsdrekkanýtslu, sigur landsstýrismaðurin.