Ebbedinna Jacobsen
Kollafirði
Lógin var ein heild, samansett av hesum trimum:
1.Moralboðum
2.Seremoniboðum og
3.Sevil- ella samfelagsboðum
Harrin Jesus varð føddur undir lógini, doyði fyri alla lógina og keypti okkum leys frá allari lógini, ikki bert seremoni- og sevillógini, men eisini frá morallógini. Hetta merkir ikki, at Hann tileinkisgjørdi ella forkom lógini, tí hon er heiløg, rættvís og góð (Róm. 7, 12.14), men Hann uppfylti hana fyri okkum, sum trúgva á Hann. Men sum grundarlag til rættvísgering tók Hann hana alla burtur, tí hann er "endi lógarinnar, hvørjum tí til rættvísi, sum trýr" (Róm. 10,4). Nú eru vit, sum trúgva á Kristus, "ikki undir lóg, men undir náði (Róm. 6,14). Nú hevur Hann skrivað lóg Sína í hjørtu okkara og við Anda Sínum í okkum "gjørt okkum før fyri at vera tænarar hjá nýggjum sáttmála, ikki bókstavs, men Anda; tí bókstavurin drepur, men Andin ger livandi" (2. Kor. 3,6).
Lógin hekk sum eitt svørð yvir høvdi okkara, tá ið vit vóru undir henni, men nú er náðin, "lóg Kristusar" (Gal. 6,2) og lóg kærleikans, drívkraftin, sum "venur okkum upp at avnokta gudloysi og hinar veraldligu girndir og liva sámiliga, rættvíst og gudiliga í heiminum, sum nú er, meðan vit vænta hina sælu vón..." (Tit. 2, 11-14). Vit eru nú lyft upp á eitt hægri støði enn "tænastu deyðans, sum við bókstøvum var høgd inn í steinar" og eru sett inn í "tænastu lívsins". Vit eru flutt úr "tænastu fordømingarinnar", inn í "tænastu rættvísinnar". Hin "gamli sáttmálin", sum hevði sína dýrd, svann burtur í Kristusi og er nú avloystur við "nýggja sáttmálan" í blóði Hansara, sum er mangan størri í dýrd og varir við. (2. Kor. 3, 1-18). Hebrearabrævið sigur tað soleiðis: "Táið Hann sigur: "Nýggjan (sáttmála)" - hevur Hann dømt hin fyrra at vera gamlan; men tað, sum gamalt verður og eldist, er tætt við at hvørva" (Hebr. 8,13).
Tí ber ikki til at siga, at "boðlógin og fyriskipanir hennara" í Ef. 2,15, bert var "seremonilógin" og ikki morallógin! Nei, Harrin helt og doyði fyri alla lógina sum hon er og tók hana burtur sum grundarlag til frelsu!
Tí kann Paulus siga í Róm. 3, 31: "Gera vit tá við trúnni lógina til einkis? Minni enn so! Nei, vit staðfesta lógina!"