Løgið fyribrigdi: Línuskip fáa nógvan upsa

Seinastu tíðina hava skipini, sum trola eftir upsa undir Føroyum, havt vánaligan fiskiskap. Teir, sum sigla við hesum skipum, halda tó ikki, at vánaliga veiðan kemst av, at ov lítil upsi er til.

Tvørturímóti.

Teir siga, at nógvur upsi er at síggja. Fiskurin gongur bara ikki við botnin, har teir plaga at fáa hann, men ferðast uppi í sjónum.

Tummas Christophersen, sum er reiðari á trolarum, sigur, at tað er heilt óvanligt, sum í løtuni fer fram á fiskileiðunum.

Tað vísir seg nevniliga, at línubátar liggja og draga upsa, og at hetta er púrasta óhoyrt.

- Eg havi hoyrt um línubátar, sum seinastu tíðina hava landað fleiri túsund pund av upsa, sigur reiðarin í Vestmanna.

Jóhannus Martin Olsen, línuskipareiðari, váttar yvirfyri Portalinum, at fleiri línuskip hava fingið nógvan upsa seinastu tíðina.

- Tað vísir seg, at tey skip, sum hava roynt á djúpum vatni eftir longu og brosmu, hava fingið nógvan upsa á línu.

Reiðarin á Toftum sigur, at tann eini av línubátunum, sum hann er reiðari á, tann eina túrin hevði út við 40.000 pund av upsa.

- Hetta er ikki hent áður í mínari tíð sum reiðari, og eg veit einki um, at línuskip undir Føroyum yvirhøvur hava fiskað upsa.

Jóhannus Martin Olsen sigur við Portalin, at tað er bara stórur og góður upsi, sum línuskipini hava fingið hesa seinastu tíðina.