Nýggj Samgonga
? Eg skilji ikki, hví Jóannes Eidesgaard følir, at javnaðarflokkurin er útihýstur frá at koma í samgongu. Hann hevði avgjørt møguleikan, men gjørdi at at ganga aðrar leiðir.
Høgni Hoydal, formaður tjóðveldisfloksins heldur ikki, at formaður javnaðarfloksins hevur grein í sínum máli, tá ið hann sigur, at javnaðarflokkurim miðvíst varð skumpaður út í andstøðumyrkið, nú samráðst hevur verið um nýggja samgongu í ein mánað.
Jóannes Eidesgaard segði við Sosialin í fyrradagin, at tað kundi ikki vera av politiskum orsøkum, at javnaðarflokkurin ikki er við í hesi nýggju samgonguni, tí samgonguskjalinum kann flokkurin fyri ein stóran part taka undir við.
Tá ið samgongusamráðingarnar ímillum fólkaflokkin, javnaðarflokkin, sjálvstýrisflokkin og tjóðveldisflokkin slitnaðu, harmaðist Høgni Hoydal. Men samstundis vísti hann á, at orsøkin var, at javnaðarflokkurin at kalla ongi stig varð sinnaður at taka á fyllveldisleið og tí slitnaðu samráðingarnar, hóast tjóðveldisflokkurin hevði strekt seg so langt sum yvirhøvur gjørligt.
Nú samgonga er skipað ímillum fólkaflokkin, sjálvstýrisflokkin, tjóðveldisflokkin og miðflokkin, staðfesti Jóannes Eidesgaard, at onki er lagt afturat á fullveldisøkinum hjá samgonguni, sum javnaðarflokkurin ikki kundi taka undir við.
? Tað er áhugavert at staðfesta, at tær forðingar sum lógu í vegin fyri eini samgongu við javnaðarflokkin, ikki longur liggja í vegin fyri eini samgongu við miðflokkin, segði Jóannes Eidesgaard.
Skilir onki
Hesin skilir formaður tjóðveldisfloksins púrt onki av.
Høgni Hoydal sigur, at Jóannes Eidesgaard veit fullvæl, at hjá tjóðveldisflokkinum er als onki til hindurs fyri at samstarva við javnaðarflokkin.
Hann sigur, at orsøkin til, at onki spurdust burturúr samráðingunum við javnaðarflokkin var bara politiskt og onki annað.
? Hvat annað skuldi tað verið?, spyr hann.
Hann sigur, at orsøkin til, at samráðingarnar við javnaðarflokkin slitnaðu, var, at tað bar als ikki til at koma nakran sum helst veg longur fram á sjálvstýrisleið.
?Tjóðveldisflokkurin toygdi seg so langt, sum hann yvirhøvur kundi og eg eri framvegis rættiliga skelkaður av, at javnaðarflokkurin ikki vildi taka undir við tí sjálvstýrisflokki, sum lá á borðinum, tí tað hevði eg avgjørt væntað.
Høgni Hoydal sigur eisini, at síðani fóru samráðingar ígongd ímillum fólkaflokkin, sambandsflokkin og javnaðarflokkin og tá var tað tjóðveldisflokkurin, sum varð útihýstur.
?Eg havi varhugan av, at tað var eitt sterkt ynski um hesa A,B,C samgonguna, sum førdi til, at samráðingarnar ímillum fólkaflokkin, javnaðarflokkin og tjóðveldisflokkin, slitnaðu. Eg haldi, at størsta forðingin fyri, at javnaðarflokkurin er við í hesi samgonguni, er, at hann hevði eitt sterkt ynski um eina samgongu við sambandsflokkin og fólkaflokkin, men tær samráðingarnar slitnaðu so eisini og tí var farið víðari til miðflokkin.
Jóannes Eidesgaard sigur, at á ríkisrættarliga økinum liggur samgonguskjalið innanfyri tað, sum javnaðarflokkurin kundi góðtikið?
? Tað gjørdi tað so ikki, tá ið vit samráddust, tí tá kundi javnaðarflokkurin ikki taka undir við sjálvstýrismálinum.
Hann sigur, at m.a. kundi javnaðarflokkurin ikki undir nøkrum umstøðum góðtaka,at arbeiðið, at yvirtaka løgreglu og rættarmál, skuldi halda fram, hóast tað longu er byrjað og tí skiltist partarnir.
? Men í samgonguskjalinum, sum nú er skrivað, stendur, at tað arbeiðið skuldi halda fram.
Formaður tjóðveldisfloksins fegnast um, at javnaðarflokkurin kortini kann taka undir við fullveldispolitikkinum.
?Sigur hann tað, nú samgongan er skipað, hevur hann flutt seg og so er tað bert at fegnast um. Men so er eftir at vísa tað í verki. Tó eri eg ógvuliga harmur um, at hann ikki flutti seg so frægt, tá ið samráðingarnar vóru, heldur enn at siga tað aftaná.
Hann vísir eisini á, at tá ið farna valskeið byrjaði, segði javnaðarflokkurin eisini, at hann kundi taka undir við fullveldismálinum, men tíðin kom at prógvað tað beint øvugta.
Hann leggur afturat ætlanin er framvegis at skipað eitt breitt samstarv í løgtinginum, men so fer tíðin at vísa, um javnaðarflokkurin meinar nakað við, at hann tekur undir við politikkinum, ella um tað einaferð afturat endar sum seinasta valskeið.