Løggilding: Próvtøkan var ov torfør

Vinnumálaráðið vildi ikki hava grannskoðarapróvtøku í Føroyum, sum var á sama støði sum tann danska. Tað var mett, at danska próvtøkan var ov torfør, og fá stóðu royndina. Tað er niðurstøðan í skjali frá Skráseting Føriya í kanningini hjá Løgtingsins Umboðsmanni, hví sjey grannskoðarar hava fingið løggilding, uttan at hava staðið próvtøkuna.

Skráseting var farin undir at gera kunngerðina um serligu próvtøkuna, men Vinnumálaráðið steðgaði arbeiðinum.

Sambært einum notati hjá Skrásetingini frá fundi við umboð fyri Vinnumálaráðið, metti Vinnumálaráðið, at próvtøkan hevði sum endamál at regulera tilgongdina av grannskoðarum, at støðið fyri próvdøming varð lagt alt eftir, hvussu stórur tørvurin á statsautoriseraðum grannskoðarum var.

Vinnumálaráðið vísti eisini á, at nýggj grannskoðaralóg fór at verða løgd fyri tingið. Hon kom ongantíð í tingið.

Tá kunngerðin um serligu próvtøkuna endiliga varð lýst í mai í 2007, var innihaldið neyvt tað sama sum í uppskotinum, sum varð steðgað nakrar mánaðir frammanundan, er niðurstøðan í skjali frá Skráseting Føroya.

Tað er Kringvarpið, sum ber tíðindini í dag.