Fram til 31. desember í fjør vórðu dómarar innan ítrótt samsýndir við skattafríari veiting, sum varð heimilað í skattalógini. Tann heimildin hevur tó onga tíð verið so øgiliga greitt staðfest í lógini, og tí hevur frá ítróttinum verið arbeitt við at fáa skipanina legaliseraða. Eitt arbeiði, sum nú tykist hava givið alvorligan baksláttur.
15.000 kr. er markið
Í nýggju lógini eru nevnliga tvey mørk ásett, um talan er um skattafríar veitingar.
Leiðarar og hjálparar hjá ítróttafeløgum kunnu nú fáa upp til 10.000 kr. um árið í skattafríari veiting. Markið hjá dómarum, linjuverjum og venjarum er nú sett til 15.000 kr.
Fyri venjarar og hjálparfólk er talan um stóran bata. Gamla markið í lógini var nevnliga 4.000 kr., og var hetta ikki dagført í drúgt áramál.
Men fyri dómarar og linjuverjar er talan mest sum um vanlukkuliga støðu. Talan var kanska um grásonu í gomlu lógini, har 2.000 kr. stóð sum markið fyri dómarar, men í stóran mun fingu hesir eina upphædd, sum svaraði til endurgjald fyri ferðaútreíðslur. Í øllum førum varð hetta tulkingin hjá ítróttinum, men eitt veruligt skattamál kundi kanska tulkað hesar reglur øðrvísi.
Einki endurgjald
Vanlukkan í dag er tó ein onnur. Tí í nýggju reglugerðini verður staðfest, at tað ikki er loyvt at endurrinda dómarum, venjarum, hjálparum og øðrum fyri ferðaútreiðslur. Tað vil siga, at koyripengar, tunnilsgjald v.m. ikki longur kunnu endurrindast, men skulu flytast yvir skattaskipanina. Eitt lógarsmíð, sum í besta føri kann tulkast sum óheppið, tí í øllum øðrum samfelagsviðurskiftum er tað so, at arbeiðstakari kann fáa endurgjald fyri tær beinleiðis útreiðslur, sum hesin hevur av arbeiði sínum.
FSF ikki hoyrt
Ísak Mikladal, aðalskrivari í FSF, sigur, at hann er alt annað enn nøgdur um framferðina í málinum.
- Vit hava sjálvir verið í samband við Toll- og Skattstovuna um málið, tí vit duga væl at síggja, at gamla lógin gav nakrar grásonur.
- Men vit hoyrdu einki sum helst aftur, fyrr enn lidna lógaruppskotið kom fyri tingið. Tá royndu vit at sleppa á fund um málið, men boðini úr Fíggjarmálaráðnum vóru púrasta greið. Teir høvdu gjørt ein leist saman við Toll- og Skattstovuni, og hesum mátti ítrótturin bara laga seg eftir, varð sagt.










