Lógarbrot – og ein ævigheitsmaskina til øktan stættarmun

Klokkureint brot á stýrisskipanina! – sigur lógardeildin hjá landsstýrinum sjálvum. Og fíggjarmálaráðharrin skal nú hava vald til einsamallur at geva øllum teimum, sum tjena omanfyri hálva millión, ein stóran skattalætta afturat, hvørja ferð oljuprísur, renta og vøruprísir fara upp

Høgni Hoydal
----

Tað finnast neyvan orð, ið kunnu lýsa framferðina hjá landsstýrinum. Ella tøgnina hjá samgongutinglimum í Miðflokkinum, Sjálvstýrisflokkinum, Sambandsflokkinum og Fólkaflokkinum. Meðan tað stendur um grundvallarbrot í føroyska samfelagnum.

Gerðirnar siga nógv meira enn orð, so eg fari bara turrisliga at staðfesta: Seinasta dømið í eini langari røð av ófyrireikaðum og gjøgnumskrumblaðum málum á tingi, sum hava djúptøknar avleiðingar fyri grundvøllin undir samfelagnum, er hetta:

Ólógligt uppskot...
Fíggjarmálaráðharrin hevur lagt lógaruppskot á ting, sum skal geva honum heimild til einsamallur at broyta skattastigan. Ongar avleiðingar eru lýstar. Ongar fíggjarligar útrokningar eru lagdar við. Ongar grundgevingar eru givnar.

Løgtingsumsitingin og formansskapurin á tingi mæla til at burturvísa málinum, tí tað er klokkureint brot á stýrisskipanina. Tí í henni stendur sjálvsagt – sum í øllum fólkaræðisligum londum – at tað er bara tingið, sum við lóg kann áleggja og broyta skattingina av borgaranum. Annars eru vit jú afturi í einaveldinum, har kongur og hansara embætismenn ásettu skatt á sínar tegnar.

...sigur lógardeildin hjá landsstýrinum sjálvum
Men samgongufólk atkvøða kortini fyri, at málið skal viðgerast. Nakrar minuttir undan 1. viðgerð av málinum, kemur fíggjarmálaráðharrin í tingið. Hann sigur við samgongufólk, at hann hevur í síðstu løtu funnið onkran hægstarættardóm í Danmark, sum skal brúkast sum grundgeving.

Undir nevndarviðgerðini kemur greitt fram, at eisini løgfrøðingarnar á lógardeildini hjá landsstýrinum sjálvum siga, at hetta er greitt brot á Stýrisskipanarlógina. Og at hægstirættardómurin, sum fíggjarmálaráðharrin sipar til, kann als ikki brúkast at samanbera við.

Tá málið kemur til 2. viðgerð á tingi, er bara andstøðan í tingsalinum at viðgera málið. Hvørki fíggjarmálaráðharrin, løgmaður ella nakar samgongulimur í fíggjarnevndini, eru til staðar. Ongir spurningar verða tí svaraðir. Ongin grundgeving givin. Tá atkvøðugreiðslan byrjar, koma samgongufólini rennandi inn í tingsalin og atkvøða fyri málinum. Uttan orð ella eið.

Palleba og Marsanna gjalda prísin
Og hvør er so avleiðingin av málinum? Ja, tað er ikki bara lógarbrot, valdsmisnýtsla og fullkomin vanvirðing fyri løgtingsarbeiðinum. Tað er eisini amboðið til at økja um stættarmunin og at undirgrava fíggingina av øllum týðandi samfelagsuppgávum og samhaldsfesti upp aftur meira enn grovheitirnar fyri jól.

Tí fíggjarmálaráðharrin skal sambært ólógliga uppskotinum hava heimild til einsamallur broyta skattastigan, tá prísirnir og kostnaðarstøðið í Føroyum fara upp.

Tað merkir, at tá oljan dýrkar. Tá rentan fer upp. Tá matvøruprísirnir hækka. Ja, so rakar tað tey lægstløntu og miðalløntu meint, sum ongan skattalætta hava fingið. Palleba og Marsanna fáa bara hægri prísir – og enntá økt gjøld og mista pensjón frá samgonguni.

Og hvat ger so uppskotið hjá fíggjarmálaráðharranum við hendan stóran ójavna?

Jú, hyggjuráðini hjá samgonguni eru at gera munin upp aftur størri! Tey, ið hava fingið stóran skattalætta við flatskattinum, skulu fáa uppaftur størri skattalætta, tá prístalið fer upp! Tað er innihaldið í uppskotinum.

Tann, ið hevur, skal hava meira
Longu nú hækka prísirnir og kostnaðarstøðið, tí at flatskatturin elvir til økta nýtslu hjá teimum, ið fingu stóran skattalætta. Og tí at bæði oljuprísur, Sev-prísir og annað hækka.

Og realinntøkan mikar hjá teimum mest sperdu, tí at landsstýrið hækkar brúkaragjøld, minkar arbeiðsloysisstuðul og lestrarstuðul – og noktar fyri at javna pensjónir og almannaveitingar.

Stutt herfyri hækkaði prístalið við 8%. Og tá uppskotið hjá Miðflokkinum, Sjálvstýrisflokkinum, Sambandsflokkinum og Fólkaflokkinum er samtykt, verður avleiðingin hendan, um prístalið hækkar 8%:

Mørkini í skattastiganum fara tá at verða flutt soleiðis – uttan nakra løgtingsviðgerð:

- 65.000 upp í 70.200 kr.
- 500.000 upp í 540.000 kr.
- 800.000 upp í 864.000 kr.

Ævigheitsmaskinan til øktan stættarmun
Tað vil siga, at tey sum onki hava fingið í skattalætta, men bara hægri prísir og minni keypiorku, fáa als onki burturúr broytingini. Men tey, sum tjena omanfyri hálva millión, og tey sum tjena omanfyri 800.000, fáa væl burturúr. Teirra mark fyri, nær tey skulu gjalda hægri skattaprosent, flytir seg við uppeftir við millum 40.000 og 64.000 krónum. Og flatskatturin verður upp aftur flatari.

Tey hægstløntu fáa altso beinleiðis vinning burturúr, tá prísirinar hækka. Og fáa orku at keypa og brúka meira, sum fer at fáa prístalið at hækka uppaftur meira. Og so fáa tey aftur skattalætta.

Hini fáa bara enn størri byrðar og skulu bera nógv meira av kostnaðinum fyri almennu tænasturnar.

Altso, ein ævigheitsmaskina til at økja stættarmunin. Har tey ríkastu automatiskt fáa meira, og tey vanligu fólkini fáa alla rokningina.

Lump og lirk
Og hví vil samgongan ikki koma í Løgtingið, tá tey vilja geva nýggjar skattalættar og økja stættarmunin? Tað hevði verið tann einasta lógliga mannagongdin. Men tá fer tað jú at koma fram í ljósið og má viðgerast alment.

Við bara at lata ein landsstýrismann áseta skattastigan sjálvur í eini kunngerð, so kann hesin skattapolitikkur, ið bara finst í mest ójøvnu og høgrastýrdu londum, lumpast og lirkast ígjøgnum.

Og svarið frá 19 tingvaldum fólkum í samgonguflokkunum hevur higartil verið larmandi tøgn.