Íløga í útbúgving er íløga í Føroya framtíð

Kritina Toftegaard Larsen, løgtingsvalevni Sjálvstýrisfloksins
-----------

Eins og føroyska samfelagið eigur nógvar íðnar hendur, ið byggja land og tjóð – hava vit eisini
tørv á nógvum góðum høvdum, at tryggja framtíðokkara.

Í stóran mun, verður búðskapar virði í landinum, sæð út frá hvussu nógvur fiskur verður fiskaður og
hvussu nógv fíggjarliga avkasti frá fiskivinnuni, uppá stutt sigt, sæst aftur í samfelagnum.

Við stórari virðing fyri øllum góðum fólkum, ið virka í fiskivinnuni, bæði eigarum og
arbeiðsfólkum, ið gera eitt megnar arbeiði, er tað umráðandi, at vit ikki bert síggja fiskivinnu, sum
tað ultimativa svarið til framburð og trygt fíggjarligt støðufesti fyri føroyska samfelagið.

Skal føroyska samfelagið klára seg í kappingin mótvegis londunum rundan um okkum, er tað á
hægstu tíð, at vit í nógv størri mun, eisini síggja útbúgving, sum eina fíggjarliga íløgu fyri
føroyska samfelagði.

Bestu høvdini flyta til útlondini!
Føroya ungdómur er týðningarmesta tilfeingi vit eiga og sera umráðandi er, at gera íløgu í teirra
framtíð her á landi. Seta vit ikki útbúgving á hægstu rók, flyta bestu høvdini heimaífrá.
Vit hava alt ov leingi, niðurraðfest útbúgvingarøkið, og úrslitið er greitt,- vit
útflýggja okkara unga ættarlið, sum tilfeingi til onnur lond, og avodda okkara egna land. Einki
samfelag kann fáa fíggjarligan vøkstur, uttan at raðfesta útbúgving og tí mugu og skulu vit gera
íløgu í útbúgving. Vit hava simpulthen ikki ráð at lata vera.

Sjálvstýrisflokkurin vil seta sjónareyga á útbúgvingarøkið, tí útbúgving er fíggjarligur
framburður.