1. januar 2001 kom løgtingslóg um Vinnuframagrunn í gildi. Sambært lógini um Vinnuframagrunnin, skal landsstýrismaðurin í vinnumálum á hvørjum ári boða frá, hvørji vinnugreinaøki dentur skal leggjast á.
Tey vinnugreinaøki sum landsstýrismaðurin, Bjarni Djurholm, sambært vinnupolitikkinum ynskir, at serligur dentur skal leggjast á í 2002 eru:
?Teldutøkni
?Biotøkni
?Ferðavinna
?Kreativar vinnur - herímillum tónleik og ítrótt
Nevndu vinnugreinaøki - umframt onnur vinnugreinaøki - verða stuðlað eftir
niðanfyrinevndu stuðulsskipanum, sum fevna um:
?vørumenning,
?menning av nýggjum framleiðslutólum og framleiðsluhættum v.m.,
?vørumessur,
?tilevning av sølutilfari, søluroyndir, sølufremjandi tiltøk og marknaðarkanningar,
?granskingar- og kanningarætlanir,
?patentumsóknir.
Umframt onnur vinnuframaátøk og heildarverkætlanir, jvb. § 12, stk. 2 í kunngerðini, ynskir Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, at farið verður undir átak fyri:
?at fáa kvinnur í vinnu (kvinnur sum íbirtarar, er farið í gongd), og
?at kt-klekingardepilin heldur fram
Tey, sum ætla at søkja um stuðul úr Vinnuframagrunninum, skulu venda sær til Vinnuframagrunnin, postboks 3079, 110 Tórshavn.