Lág útbúgving gevur størri vanda fyri diabetes typu 2

Jú styttri skúlagongdin, jú størri er vandin fyri diabetes2, siga føroyskir granskarar.

Fólkaheilsuráðið hevur júst gjørt eina stóra kanning nevnd Hvussu hevur tú tað. Nøkur av úrslitunum frá kanningini eru nú greinað og granskarar meina, at teir kunnu vísa til eitt samband millum útbúgvingarstøðið og diabetes sjúku hjá fólki.

Vár Honnudóttir og Louise Hansen hava viðgjørt úrslitini frá kanningini og siga, at samanhangur er millum typu 2 diabetes og útbúgvingarstøðið. Tað vísir seg, at jú styttri útbúgving ein hevur, jú størri eru sannlíkindini fyri, at ein hevur typu 2 diabetes.

- Kanningin vísir, at 6% av føroyingum hava typu2 diabetes (7% menn og 4% kvinnur). Tað eru tó hagfrøðisliga fleiri føroyingar, sum eru á lágum og miðal útbúgvingarstigi, ið hava sjúkuna, samanborið við tey á høgum útbúgvingarstigi, sigur Magni Mohr, formaður í Fólkaheilsuráðnum.

Samanumtikið er fólk á lágum útbúgvingarstigið í størri vanda fyri typu 2 diabetes enn tey, sum eru á høgum útbúgvingarstigið. Samanhangurin er partvís stýrdur av lívsstíli, har fiti og vantandi rørsla eru størstu orsøkirnar.

- Úrslitini eiga at fáa myndileikarnar at hugsa um fólkaheilsu sum breitt øki, har sosialpolitikkur og útbúgvingarpolitikkur eisini eru umráðandi tættir, sigur Magni Mohr