Sjálvt countrysangur sungin á føroyskum hevur vunnið afturljóð í Evropa Hallur Joensen og fløga hansara ?Pickin time in Nashville? eru við at staðfesta støðu sína í Evropa. Evropeiski country-hittlistin, CMA (www.europeancma.com/chart.htm)
staðfestir, at millum mest spældu countryløgini farnu vikuna í Evropa, eru løg hjá Halli Joensen.
Sangir hjá Halli Joensen eru ávikavist nr. 2, 5 og 10 millum tey 3.500 countryløgini, sum eru spæld. Tað lagið hjá Halli, sum er spælt mest hesa vikuna er av øllum, tað føroyska lagið: ?Kyss ein eingil hvønn morgun?. Haraftrat hevur Hallur tað mest spælda countrylagið í Danmark, umframt, at hann hevur næst- og triðmest spældu countryløgini í Hollandi hesa farnu vikuna.










