Altso harra forseti... Tað er ÍSF, sum hevur fingið sær hatta bæriliga stevnumið, ikki at eggja ungum at drekka, og at úrmælingar í bestu deildunum skulu vera góðar fyrimyndir. Hvussu kann sjálvur ÍSF forsetin vera so fantasileysur?
Niðurstøðan má so bara vera, at meðan fransk-hotdog-brigadan hjá ÍSF berjist ímóti pylsum og feitum chipsi í ítróttarhallum, so heldur hægsta ítróttarleiðsla landsins tað vera í fínasta ordan at lýsa við rúsdrekka á fótbóltsvøllum.
Her lekur illa millum teori og praksis hjá ÍSF. Hetta virkar for býtt. Vil ÍSF hava fólk at taka undir við hasum frálíka heilsutiltakinum, so gerið tað heilhjartað – ella latið vera!