Mikudagin í síðstu viku funnu nakrir telefonteknikarar ein eldri mann deyðan í einari íbúð í Stockholm, og sambært Aftonbladet hevði maðurin ligið soleiðis í trý ár. Telefonteknikararnir skuldu leggja alnót í íbúðirnar í einum bygningi. Tá teir bankaðu á dyrnar í einari av íbúðunum, fingu teir einki svar. Tað vísti seg kortini, at hurðin var ikki læst, og tá teir gloppaðu hurðina, sóu teir, at sjáldsama nógvur postur lá innan fyri hurðina. Tveir av monnunum fóru inn, og har funnu teir mannin deyðan.
Løgreglan í Stockholm veit ikki, hvussu leingi maðurin hevur ligið deyður í íbúðini, men maturin, sum var í køliskápinum, er frá byrjanini í 2008. Innan fyri hurðina fann løgreglan post frá desember í 2007. Tí heldur løgreglan, at maðurin hevur ligið deyður í íbúðini í umleið trý ár. Kanningar av líkinum benda á, at tann metingin er bein, skrivar Aftonbladet.
Maðurin var 82 ára gamal.