Ein 50 ára gamal maður varð mikudagin í seinastu viku funnin deyður í heimi sínum.
Løgreglan vil ikki siga nakað um tíðarskeiðið, maðurin hevur ligið deyður, men bara at maðurin hevði verið deyður í eina tíð, tá hann varð funnin.
Tað frættist annars, at maðurin hevur ligið deyður í ein góðan mánað ella seks vikur, áðrenn nakar varnaðist mannin.









