Kyrjasteinur sakk

Kyrjasteinur, sum fuglfirðingar keyptu til sjósavn, sakk seinnapartin sunnudagin. Gamla skonnartin lá fyri teym úti á fjørðinum tá hon tók at søkka

Sunnudagin sakk skonnartin Kyrjasteinur, sum fuglfirðingar keyptu frá porkeningum.

Báturin, sum lá fyri teym á Fuglafirði tók brádliga at søkka, og áðrenn menn fingu gjørt nevnivert var hann farin til botns.

Tað er grunnurin Karvatoftir, sum eigur Kyrjastein. Teir keyptu hann frá porkeningum fyri nøkrum árum síðani.

Ætlanir eru í Fuglafirði at gera eitt sjósavn og av tí at Kyrjasteinur er einasta skonnart, sum er eftir í flotanum, varð avgjørt, at hann aftur skuldi til bygdina.

? Fuglfirðingar lótu Kyrjastein byggja í Korsør í 1937, sigur Óla Hendrik á Fløtum, sum sambært Skipalistanum 2000 stendur at hava ábyrgdina av grunninum Karvatoftir.

Óla Hendrik veit ikki hvussu nú verður við skonnartini.

? Tryggingin eigur skipið, sum tað liggur nú, so tað verður teirra avgerð, hvat nú skal henda, sigur hann.

Kyrjasteinur var tryggjaður fyri 300 túsund krónur nú hann sakk.