Kyoto-sáttmálin longdur

Londini á COP18-veðurlagsrásðtevnuni, sum hevur verið í Doha teir seinastu 12 dagarnar, samdust í dag um at leingja Kyoto-sáttmálan, so hann verður galdandi til 2020. Hann skuldi annars fara úr gildi í ár.

Men sáttmálin er ikki serliga umfatandi, tí tey londini, sum hann umfatar, eiga minni enn 15 prosent av teimum vakstrarhúsgassunum, sum verða latin út kring heimin.

Kyoto-sáttmálin bleiv upprunaliga gjørdur í japanska býnum Kyoto í 1997, og hann kom í gildi í 2005, tá Russland loksins staðfesti hann.