Kynstrið at broyta eina fyritøku

Kynstrið at broyta og menna eina fyritøku býr í at broyta starvsfólkini – eftir teirra egnu treytum.

Tað sigur virkisráðgevin, John Ewans Porting, stigtakari til eina nýggja útbúgving í virkisráðgeving í Føroyum


Ein fyritøka, ið ynskir broytingar, má byrja við tí einstaka starvsfólkinum. Men tú kemur ikki langt við bara at krevja av starvsfólkinum at tað broytir seg. Kynstrið býr í at fáa ynskið um broyting at koma frá tí einstaka starvsfólkinum sjálvum.

Soleiðs sigur virkisráðgevin og gestaltterapeuturin, John Ewans Porting, ið júst hevur verið í Føroyum og ráðgivið starvsfólkunum í eini stórari nútímans føroyskari fyritøku. 



Gestalt- ástøði

Ráðgevingin hjá Porting og nú eisini útbúgvingin, hann tekur stig til í Føroyum, byggir á sonevnda gestalt-ástøðið.

Grundleggjandi snýr gestalt-ástøðið seg um at lata upp fyri fjalda tilfeinginum, sum býr í menniskjum. Sambært Porting brúka tey flestu av okkum bert ein brotpart av okkara menningarmøguleikum. Orsøkirnar kunnu vera, at vit lata gamlar vanar og umstøðurnar stýra okkum, at vit royna bara at vera fitt og lagalig og ikki seta krøv, at vit eru bangin fyri tí ókenda o.s.fr.

- Um fyritøkan, fólk starvast í, so brádliga boðar frá tørvinum á broyting og menning, er skjótt, at fólk fara í verjustøðu. Og her er tað so, at ein virkisráðgevi kann koma inn í myndina fyri at hjálpa at fáa glið á broytingartilgongdina.

- Tankin við hesi hjálpini er, at tú kanst ikki krevja av starvsfólkunum at tey broyta seg uttan at tú gevur teimum neyðugu amboðini at fremja broytingina. Og tað er her, samrøðan við ráðgevan ella coach’in kemur inn, sigur Porting.

Hann leggur afturat, at kravið til ein ráðgeva er, at hann er til staðar í samrøðuni uppá treytirnar hjá tí, hann tosar við. Bara á tann hátt kann hann hjálpa at loysa upp fyri tí, ið forðar júst hesum persóninum í at menna og umstilla seg.

Men hví er Porting so vísur í, at øll fólk hava áhuga í at menna og broyta seg?

- Eg eri rættiliga sannførdur um, at tað liggur í okkum øllum at vit ynskja at brúka okkara møguleikar best møguligt og helst á ein kreativan hátt. Allar kanningar vísar eisini, at hetta skapar tey best nøgdu starvsfólkini, sigur Portin.

Hann leggur afturat at hetta ikki í grundini ikki snýr seg um at broyta ein persón útifrá, men at hjálpa viðkomandi at finna fram til sínar egnu fjaldu eginleikar - við øðrum orðum, at geva persóninum ein møguleika at realisera seg sjálvan. 



Siðbundnar føroyskar fyritøkur

Sambært John Ewans Portin eru alsamt fleiri føroyskar fyritøkur fúsar at taka við teimum avbjóðingum, ið altjóðagerðin og broyttar kappingartreytir annars krevja. Hinvegin er tað ongin loyna, at føroyskar fyritøkur hava lutfallsliga ilt við at rista gamlar siðvenjur av sær. Tá fyritøkan sjálv hevur lyndi til at verða hangandi í gomlum mynstrum, verður tað enn truplari at stimbra starvsfólkini til at taka lut í teimum broytingum, sum nýggjar avbjóðingar krevja.

- Tað kann vera sera freistandi at tvíhalda um gamlar vanar, tí teir geva eitt slag av tryggleika. Men menningin innan vinnulívið gongur so skjótt, at tað er alt avgerandi, at starvsfólkini duga at umstilla seg. Men tað skal henda á ein hátt, so eisini tey kenna størri arbeiðsnøgdsemi, sigur Porting.

Spurdur, um hetta ikki bara er ein sofistikeraður máti manipulera starvsfólkahópin til at arbeiða meira, sigur Porting, at tað hevði ein fyritøka ikki komið langt við.

- Sæð frá einum fíggjarligum sjónarhorni er tað óðamannaverk at díkja starvsfólk undir í arbeiði. Eg havi upplivað fyritøkur, sum hava kroyst starvsfólkini til seinasta dropa í eini misskiltari roynd at menna fyritøkuna. Úrslitið er tað beint øvuta, nevniliga útbrend starvsfólk, sum hvørki menna seg sjálvi og enn minni nakra fyritøku, sigur John Ewans Porting.


Starvsfólk ongin sjálvfylgja

Porting vísir á, at sjálvt um tað eftirhondini ljóðar sum ein útvantað klisje, so eru starvsfólkini veruliga virðismiklasta tilfeingið hjá eini fyritøku. Um eitt starvsfólk ikki kennir seg væl viðfarnan á sínum arbeiðsplassi, finnur tað sær bara eitt annað starv. Við stóra tørvinum á arbeiðsmegi kann ongin fyritøka taka síni starvsfólk sum eina sjálvfylgju longur. Tí er tað eisini serliga bláoygt at vænta at starvsfólkini verða verandi, um tey ikki verða vird bæði sum starvsfelagar og medmenniskju, staðfestir John Ewans Porting.

- Í dag hava alsamt fleiri fleiri starvsfólk tørv á øllum sínum eginleikum og partvíst persónligheit, til at loysa eina arbeiðsuppgávu. Tí mugu tey hava eina grundleggjandi kenslu av, at tey trívast og mennast. Ein fyritøka, ið ikki megnar at skapa síkar karmar, hevur neyvan nakra framtíð, sigur John Ewans Porting avgjørdur.



Fakta:


Útbúgvingin sum virkisráðgevi ella gestalt-terapeut tekur fýra ár.

Fyrstu tvey árini eru støðisár, har arbeitt verður við persónligari menning sambært gestaltprinsippum- og hættum.

Síðani er møguleiki at velja eina av teimum sergreinum:


Grein 1: Klinskur psykoterapeutur: Vendir sær serliga til sálarfrøðingar, læknar, sjúkrarøktarfrøðingar, sosialráðgevar og starvsfólk innan onnur viðgerðarøki.


Grein 2: Virkisráðgevi: Vendir sær serliga til fólk, ið arbeiða við menning, eitt nú sum starvsfólkaleiðarar, - ráðgevar og lyklapersónar innan HR økið.


Tað er GIS International, sum skipar fyri útbúgvingini, ið byrjar í Føroyum í apríl 2008

Útbúgvingin lýkur øll europeisk krøv til útbúgvingar av hesum slag.



FRAMHEVA SITAT

Sæð frá einum fíggjarligum og kreativum sjónarhorni er tað óðamannaverk, at díkja starvsfólkini undir í arbeiði

John Ewans Porting, virkisráðgevi