Kynsligur ágangur: Børn skulu hjálpast umgangandi

Kynsligur ágangur er tann ræðuligi veruleiki, og tí mugu vit ikki halda fyri eyguni.

Tað sigur Rósa Samuelsen, tingkvinna fyri Sambandsflokkin.

Hon skrivar í lesarabrævi, at kynsligur ágangur er eitt sera viðkvæmt og týdningarmikið evni, sum ljós skal varpast á. Viðkvæmt, tí tey flestu orka ikki tankan um, at nakar fremur kynsligan ágang móti børnum. Øll vita, at tað fer fram, og einasti mátin at fáa bilbukt við slíkum, er at seta orð á tað.

- Í buktini liggja tá øll tey, ið hava verið fyri áganginum, og tey, ið eru fyri kynsligum ágangi í dag. Størsta hóttanin fyri framtíðina hjá einum barni er millum annað kynsligur ágangur, tí er alneyðugt at raðfesta viðgerðartilboð til fólk, sum eru rakt, skrivar Rósa Samuelsen.

Les meira her.