Nógv hevur verið tosað um kynsligan ágang, eftir at fleiri kvinnur í Hollywood hava ákært filmsframleiðaran Harvey Weinstein fyri bæði neyðtøku og kynsligan ágang.
Les eisini: Oscar akademiið blakar Weinstein út
Jógvan Elis Winther Poulsen, advokatur, segði við Kringvarpið í morgun, at kynsligur ágangur er líka á einum arbeiðsplássi, sum hann er uttanfyri arbeiðsplássið: Tað er óynsktur atburður við seksuellum undirtónum- bæði í gerð og í talu.
– Ynskir annar persónurin ikki at verða í slíkum samskifti, so kann ein frek viðmerking bólkast sum ágangur, sigur hann.
Hevur stjórin ella ein starvsfelagi ónærislign atburð verður mælt til, at ein tosar við viðkomandi, ella fær ein starvsfelaga at eygleiða støðuna, fyri at tryggja sær, at talan er um ágang. Eisini verður mælt til at tosa við leiðsluna, um tað ikki er leiðslan, sum er trupulleikin, heldur hann.
Torført er at siga um hetta er ein trupulleiki í Føroyum, men tað er eitt øki, har tað ikki er lætt, at sláa nevan í borðið, um man upplivir tað sum ein trupulleika, sigur hann,
Tað er ikki talan um kynsligan ágang, um tað verður tosað ónærisliga, men báðir partar eru við uppá at samskifta á tí støðinum. Ella um talan er um vaksin fólk, sum kunnu geva samtykki og tað ikki er ójavnvágur í valdsstøðunum, sum fólk eru í.