Teir grønlendsku veljararnir hava júst sent tvær kvinnur at umboða seg á Christiansborg, men tað merkir ikki, at kvinnurnar eru líka væl umboðaðar allastaðni heima í Grønlandi. Eitt nú eru kvinnurnar munandi verri umboðaðar í nevndum og virkisleiðslum enn menninir.
Nú hevur tingkvinnan Naaja Nathanielsen, sum er úr flokkinum IA, skotið upp at gera bindandi ásetingar um kynsbýtið í sambandi við nevndar- og leiðsluval. Hon vísir á, at í teimum almennu feløgunum eru bara 25 prosent av nevndarlimunum kvinnur, og at bara 16 prosent av teimum í leiðandi størvum eru kvinnur.
Naaja Nathanielsen heldur, at tað eigur at vera so, at hvørja ferð trý fólk verða vald í nevnd í einum almennum felagi, skal minst ein kvinna vera teirra millum.










