Kynini í sama bát

Sum nakað nýtt verður ein fjúrtandi róður fyriskipaður á ólavsøku. Hesin er fyri øll, sum eru fylt 15 ár, og kunnu bæði kvinnur og menn manna sama bát. Róð verður við seksmannaførum frá málinum undir Havnarskrivstovuni og út um eina boyu, sum liggur nakað uttan fyri molan. Síðani verður róð innaftur. Treytin fyri at taka lut er, at rógvarar ikki skulu hava tikið lut í FM-kappingini í ár, og kunnu í mesta lagi átta bátsmanningar taka lut. Kappingin fer fram millum 8- og 10-mannafarsróðurin.