Tað var heldur óvant, at talan var um botnuppgerð, tá ið Kyndil og Neistin brustu saman í bestu mansdeildini í kvøld. Liðini vóru undan dystinum á trið- og næstaftasta plássi við seks stigum í part, men ikki er langt til hini liðini, so tað vóru umráðandi stig, ið stóðu upp á spæl.
Dysturin skuldi tó vísa seg ongantíð at gerast veruliga spennandi, tí Neistin fylgdi bara við fyrstu løtuna. Eftir at Kyndil var á odda 14-12 í hálvleikssteðginum, runnu teir grønu av álvara Neistan umkoll í seinna hálvleiki og vunnu at enda greitt 30-23.
Hjá Kyndli gjørdist David Edvardsen toppskjútti við 11 málum, meðan Tommy Fletcher og Sjúrður Thomassen fingu hvør síni fýra mál fyri Neistan. Nevnast kann eisini, at blaðungi Bartal Klein Olsen fekk fýra mál fyri Kyndil.
Við sigrinum lyftir Kyndil seg fyribils úr botninum og hevur lagt seg undir liðina á KÍF á triðja plássi við átta stigum, meðan Neistin verður verandi á næstaftasta plássi við seks stigum. Kyndil hevur tó leikt ein og tveir dystir fleiri enn hini liðini.