Eftir trý ár sum venjari hjá mansliðnum hjá Kyndli, hevur Julian Johansen boðað frá, at hann heldur ikki fram sum venjari komandi kappingarár. Tað hevur hann gjørt leiðsluni klárt.
- Trý ár er nokk, tí talan er um nógvar av teimum somu spælarunum. Tað hevði verið ein onnur søga, um tað var stór útskifting á vøllinum. Eg boðaði leiðsluni frá tí í januar, men hetta er alt í sátt og semju við Kyndil, sigur Julian Johansen
Kyndil vann leygarkvøldið 24-17 á H71 í steypafinaluni hjá monnum. 27 ára gamli Julian Johansen hevur verið venjari hjá Kyndli í trý ár, umframt eitt ár sum venjari hjá besta liðnum hjá Neistanum. Sum skilst, so var ein møguligur nýggjur venjari í Føroyum og hugdi at steypafinaluni.
Les samrøðu við Julian Johansen í MikudagsSosialinum, sum kemur á gøturnar í morgin. Í ÍtróttarSosialinum, sum kemur á gøturnar í dag, er millum annað spælarametingar frá steypafinaluni, har Julian Johansen eisini verður eftirmettur fyri sítt avrik.