Kyndilsvenjari á odda fyri topp-10-tjóð

Brasil gjørdist nummar níggju við HM í januar - Nú er greipuvinnari úr Kyndli settur sum høvuðsvenjari

Um vikuskiftið bórust stórtíðindi úr brasilska hondbóltsheiminum, at manslandsliðið hevði fingið nýggjan venjara - og hann er kendur í Føroyum.

Talan er um Daniel Gordo Rios, sum var venjari hjá kyndilskvinnum kappingarárið 2016-17. Úrslitið var sigur í bæði lands- og steypakapping, og spanski stjørnuvenjarin kundi takka fyri sítt eina ár í Føroyum við greipuni í hondunum.

Hondbólturin í Brasil hevur verið í stórari menning í hesi øldini. Eitt nú gjørdist kvinnulandsliðið Heimsmeistari fyri seks árum síðani, meðan manslandsliðið fekk sítt besta úrslit við HM nú í januar 2019, tá ið brasiliumenn rukku høvuðsumfarinum og endaði sum nummar níggju í Heiminum, eftir minniligar sigrar á Íslandi, Kroatia, Russlandi, Serbia og Korea.

Hetta kyknaði aftur undir hondbóltsfepurin í Brasil, og nú ætlar nýggja stórtjóðin í manshondbólti at taka fetið víðari.

Og nú er nýggi høvuðsvenjarin settur, og tað er altso Daniel Gordo Rios. Hann hevur skrivað sáttmála fyri næstu átta mánaðirnar.

Kappingarárið 2016/2017 førdi Daniel Gordo kyndilskvinnur til øgilig avrik, sum úrslitaðu í gullmerkjum í bæði steypa- og landskapping, og vann øll kyndilshjørtu.

Merkisvert er eisini, at mótstøðuliðið, Neistin, í hesum FM-finalum hevði venjara úr Brasil.

Hann eitur Danilo Gagliardi og er hjálparvenjari á angolska kvinnulandsliðnum.

Angola vann í dag minniligan og púra óvæntaðan stórsigur á Slovenia við úrslitinum 33-24.

Sí eisini:

Niðurlond vunnu á fyrrverandi neistavenjara