Kyndilskvinnur fínpussaðu formin áðrenn finalurnar

Kyndil vann 30-21 á Stjørnuni

Kyndil og Stjørnan settu í dag punktum fyri grundspælið í Hvonn-deildini.

Hjá Kyndli leitaðu tankarnir sær helst mest til FM-finaluna mikudagin, men kortini fingu leikararnir savnað seg so mikið, at tær vunnu greiðan sigur á Stjørnuni.

Kyndil legði seg alt fyri eitt á odda við trimum málum, og megnaði at frástøðuna til hálvleiks, har støðan var 15-11.

Frá byrjan av seinna hálvleiki megnaði Kyndil at økja enn meira, og tær hildu allan spenning frá at koma inn aftur í dystin. Endin var ein greiður 30-21 sigur til Kyndil, ið tykist at hava røttu tendringina undan finalunum.

 

Fyri Kyndil gjørdist Turið Arge toppskjútti við 9 málum. Hjá Stjørnuni gekk Jansy Jacobsen undan við 11 málum.