Kyndil vaskaði talvuna reina

Kyndil hevði vitjan av VÍF í gjárkvøldið, og tað sást á øllum brøgdum, at Kyndlakvinnurnar høvdu eittans mál í huganum, at reinsa talvuna reina, tí seinast VÍF var á vitjan, var talan um avsmurning. Hesaferð vann Kyndil við trimum málum

Kyndil-VÍF 30-27 (18-15)


Kyndil byrjaði betur í Høllini á Hálsi í gjárkvøldið, tá tær høvdu vitjan av VÍF. Kyndil vann dystin við trimum málum, 30-27, eftir hálvleikstøðuna 18-15.


Keðilig gongd hjá VÍF

Vestmannakvinnur høvdu óivað ætlað sær eitt betur útfall, enn tað tær fingu í gjárkvøldið. Teimum høvdu óivað kunna hugsað sær eitt líknandi úrslit, og tað tær fingu 21. november, tá tær sorlaðu Kyndil heili 30-16.

Síðan tann dystin hevur gingið, snøgt sagt av skriðuni til hjá VÍF. Tær hava tapt fýra dystir á rað, og tað sær ikki ov væl út, tá nú bæði Kyndil og StÍF eru byrjaði at stjala eitt stig her, og annað har. Tá er skjótt at gerast eftirbátur í botnstríðnum. Tær mugu til at vinna sær okkurt stigið skjótt.

Sum nú er, er VÍF á 5 stigum fyri 12 dystir, meðan StÍF er á 7 stigum, fyri bert 11 dystir. Kyndil kom við sigrinum í gjár uppá 9 stig fyri 12 dystir, so tær hava fingið eitt sindur av luft undir veingirnar.


Kyndil vísir góðar taktir

Kyndlakvinnurnar vóru ongantíð í veruligum vanda fyri at missa dystin, og harvið kærkomnu stigini av hondini.

- Vit byrja væl og hava í veruleikanum fult tamarhald á dystinum allan vegin, hóast VÍF eitt skifti kom dekan ov nær. Men tá okkara halda á fram at skora, samstundis sum at verjan stendur stinn, og at vestmannakvinnur byrja at virka sløsutar í avslutningunum, er sigurin okkum vísur, sigur Randi Wardum, ið fyri stuttari tíð síðan byrjaði aftur. Hon hevur annars verið ein av berandi kreftunum saman við Jóruni Ludvík, og Linu Andriulyte, men hon hevur ikki havt tíð til hondbólt fyrr í ár.

Nú er hon so við aftur, og gongur tað líka væl, og kanska eitt sindur betur, hava tær ein góðan møguleika til at vinna seg orduliga sikrar frá botninum.

Hvussu er og ikki, verður spennandi at fylgja gongdini hjá hesum báðu, fyrr so sigursvandu liðum.


Fakta:

Kyndil-VÍF 30-27 (18-15)

Málskjúttar:

Kyndil: Randi Wardum 8 (3), Jacklin Durhuus 6 (1), Barbara Egilstrøð 5, Tordis Tróndarson 4, Lina Andriulyte 2 (1), Ása Apol 2, Súsanna Petersen 1, Bjørg Syderbø 1, Eyðritt Andreassen 1 (1)

VÍF: Liljan Durhuus 7, Ioana Rapa 7, Heidi Joensen 5, Rannvá á Rógvu 3, Torgunn Johansen 3, Linda Johannesen 1, Marita Johannesen 1, Finngerð Jensen 1

Brotskøst: Kyndil 11, VÍF 6

Útvísingar: Kyndil 4, VÍF 3

Dómarar: Eyðun Samuelsen&Dánial Samuelsen