Kyndil vann í Vestmanna, og StÍF vann á Neistanum

Tveir dystir vóru í Atlantic Airways Deildini í dag.

 

Í Vestmanna tapti VÍF 23-25 ímóti Kyndli. Støðan í hálvleikinum var javnleikur 13-13. Dysturin var merktur av nógvum tekniskum mistøkum, og talan gjørdist eisini um nógvar útvísingar.

 

Í høllini á Hálsi í Havn vann StÌF 24-16 á Neistanum. Ì steðginum var støðan 8-10. Málverjarnir hjá StÍF og Neistanum vóru ógvuliga eyðsýndur, ikki minst Levi Nybo í StÍF-málinum

 

Støðan í Atlantic Airways kappingini :

 

1. KÍF 10 dystir 17 stig

2. VÍF 11 dystir 15 stig

3. H71 11 dystir 14 stig

4. Kyndil 11 dystir 12 stig

5. StÍF 11 dystir 11 stig

6. Neistin 11 dystir 7 stig

7. Team Klaksvík 11 dystir 0 stig