Meðan tað tykist nærum heilt greitt, at H71 og Neistin fara at spæla FM-finalu hjá monnum seinni í ár, hevur størri spenningur verið um, hvat av Kyndil ella VÍF fer at enda á bronsukrónunum. Í kvøld hittust júst tey bæði liðini í høllini á Hálsi.
Og skal útgangsstøðið takast í tí dystinum, sær út til, at Kyndil fer avstað við bronsuni. Kyndil vann nevniliga greiðan 31-21 sigur móti vestmenningum í kvøld eftir hálvleiksstøðuna 17-10.
Rógvi Dal-Christiansen og David Edvardsen vóru toppskjúttar hjá Kyndli. Teir skutu báðir sjey mál. Hjá VÍF var Filip Jojic toppskjútti við seks málum.
Ein annar dystur hevur eisini verið í bestu hondbóltsdeildini hjá monnum í kvøld. Hann var ímillum KÍF og STÍF. Endaliga úrslitið av tí dystinum var ein 24-24 javnleikur eftir hálvleiksstøðuna 12-10 til KÍF.
Úrslitini í kvøld:
Kyndil – VÍF 31-21 (17-10)
KÍF – STÍF 24-24 (12-10)
Støðan í FTZ-Deildini:
1. Neistin - 20 dystir - 31 stig
2. H71 - 20 dystir - 31 stig
3. Kyndil - 21 dystir - 24 stig
4. VÍF - 20 dystir - 22 stig
5. Team Klaksvík - 21 dystir - 14 stig
6. STÍF - 20 dystir - 12 stig
7. KÍF - 20 dystir - 8 stig