Hóast bæði Tjaldur og Kyndil bara høvdu fingið góðar tveir dagar at hvíla seg í, bilaði ikki at finna málið, tí heili 62 mál komu í dystinum í Runavík í gjárkvøldið – ella meira enn eitt um minuttin. So er eisini alt sagt, sum liðini mundu hava til felags, tí Kyndil átti 14 mál fleiri enn Tjaldur.
Sigurin hjá Kyndilskvinnum varð grundaður beinanvegin, tí fyrri hálvleikur var ikki meira enn gott og væl hálvrunnin, so vóru 10 mál á muni. Hesin munur helt sær allan dystin og øktist aftan á fyrstu 10 minuttirnar av seinna hálvleiki, so talan gjørdist um ein knúsandi sigur til Kyndil.
Sunnudagin mátti Kyndil lúta fyri grannunum úr Neistanum, men fekk væl og virðiliga reist seg aftur í gjárkvøldið, og undan teimum báðum dystunum, sum eru á skránni í kvøld í hesum sama umfarinum, fylgir Kyndil væl við teimum fremstu og er bara eitt stig frá einum finaluplássi.
Hinvegin er Tjaldur veruliga ein skuggi av sær sjálvum, nú liðið liggur allarniðast av øllum við bara einum stigi fyri teir níggju dystirnar higartil. At liðið var viknað undan hesum kappingarárinum, var ikki ókent, og í løtuni eru so heili fimm stig upp til næstaftastu liðini á stigatalvuni.
Tjaldur: Adina Petrea 10, Heidi Sevdal 7, Jacoba Langgaard 4, Ansy Sevdal 2, Ranva Jacobsen 1
Kyndil: Turið Arge 7, Annika Sigurðsdóttir 7, Anja Heinadóttir 6, Anna Brimnes 5, Ásleyg Súnadóttir 3, Bára K. Hansen 2, Bjarta Johansen 2, Birita Mortansdóttir 2, Randi S. Wardum 2, Guðrið G. Eystberg 1, Jórun Ludvig 1