Kyndil tók oddasessin

Kyndilskvinnur vunnu í dag oddabrakið móti VÍF

 

 

Sigurin hjá Kyndli ber við sær, at tær nú eru eitt stig framman fyri VÍF í oddinum av bestu kvinnudeildini.

 

Tað var eisini Kyndil, sum byrjaði dystin betur, men seinna partin av fyrra hálvleiki tók VÍF, og eitt skifti vóru tær eisini á odda.

 

Eftir steðgin tendraði Kyndil aftur. Tær skræddu seg beinan vegin nøkur mál framum, og tað var ikki fyrr enn seinastu minuttirnar, at tær slakaðu aftur. Tá var munurin fimm mál, áðrenn gestirnir við trimum teimum seinastu málunum í dystinum fingu pyntað um úrslitið.

 

Besti málskjútti hjá Kyndli var Anna Brimnes, sum skeyt 10 mál. Tóra Seloy skeyt seks av málunum hjá VÍF.

 

Í Klaksvík dystaðust Stjørnan og VB, og her eydnaðist VB at vinna sær stigini. Sigurin ber við sær, at VB styrkti um sína støðu á fjórða plássinum, men tó er líkt til, at tær ikki longur eru við í kapprenningini um oddasessirnar.

 

Kyndil-VÍF 21-19 (11-11)

Stjørnan-VB 23-27