Kyndil slatraði um Neistan

Tað var grannin hjá Neistanum, sum ringdi til HSF fyri at boða frá nú umstrídda leikaramálinum.

Aganevndin hjá hondbóltssambandinum hevur í dag tikið avgerð um, at Neistin ikki fær revsing fyri at hava nýtt ein ov ungan leikara í hálvfinaluni í steypakappingini, sum illgruni annars var um.

 

Les eisini: Neistin í steypafinaluni


Tað er staðfest, at leikarin ikki var ov ungur at spæla í steypakappingini, men hinvegin var viðkomandi leikari ov ungur at spæla í landskappingardystinum ímóti Kyndli seinasta sunnudag. Neistin er tí dømt at tapa tann dystin.


Málið hevur verið framborið sum um hondbóltssambandið tók málið upp av sínum eintingum, men nú er komið fram, at tað var Kyndil, sum prikaði á økslina hjá hondbóltssambandinum fyri at hoyra nærri um grannarnir úr Neistanum makkaðu rætt.


- Tann 4. februar 2015 ringdi umboð fyri Kyndil til skrivstovuna hjá HSF og spurdi um leikari á besta kvinnuliðnum hjá Neistanum hevði fingið undantaksloyvi, tí leikarin ikki hevði aldur at spæla í bestu deildini, stendur at lesa í úrskurðinum hjá Aganevndini í dag.

 

Úrskurðurin hjá Aganevndini kann lesast HER.