TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Rás2 gjørdi við Una Arge júst tá dysturin var liðugur í høllini á Hálsi í Havn, har Kyndil vann 21-16 á KÍF.
Uni Arge fegnast um, at Kyndil vísti ein góðan dystarenda, har teir vendu 12-15 leiðslu hjá KÍF til ein 21-16 sigur. Kortini kenst tað eitt sindur beiskt hjá Kyndli, at skriviborðssigurin hjá Team Klaksvík ímóti Kyndli fyrst í kappingarárinum kom at gerast so dýrur.
Hevði Kyndil varðveitt sín 32-18 sigur á Team Klaksvík í høllini á Hálsi 28. september í fjør, so hevði Kyndil verið eitt stig frammanfyri H71 nú, og hevði tá vunnið seg í FM-finaluna. Uni undirstrikar tó, at hann vil einki taka frá H71, sum hann heldur hava verið sera knáir hetta kappingarárið.
Í Kyndli gleða teg seg nú til at stuðla kvinnunum í FM-finalunum ímóti Neistanum.










