Kyndil sendi Team Klaksvík norð við ongum

Kyndil greiddi sína skyldu á Hálsi í dag við greiðum sigri á Team Klaksvík

Kyndil - Team Klaksvík: 36-20 (19-11)

Tað var lítil og ongin spenningur í høllini á Hálsi, tá Team Klaksvík var í høllini á Hálsi og vitjaði Kyndil. Teir grønu úr Kyndli komu tíðliga á odda við fleiri málum. Næstan gjøgnum allan dystin var býtið, at fyri hvørt málið hjá Team Klaksvík, so skoraði Kyndil tvey.

 

Hóast tað ikki allan dystin gekk akkurát upp á handan mátan, so var tað ongantíð so at munurin var so lítil, at kyndlamenn kendu seg hóttar. Ongin spælari skaraði burturúr, men heldur var talan um liðavrik fyri Kyndil. Hjá Team Klaksvík var Sámal á Tjaldrafløtti sjónligur í álopsspælinum.

 

Í Vestmanna vann oddaliði VÍF 30-22 á StíF. Sostatt eru vestmenningar framvegis oddalið í mansdeildini.

 

Málskjúttar:

Kyndil: David Edvardsen 6, Hjalti Bachmann 5, Birgir Poulsen 4, Frank Askildsen 4, Julian Johansen 3, Høgni Klein Olsen 3, Rógvi Dal.Christiansen 3, Bartal Klein Olsen 3, Ludvík Súnason 2, Rune Olsen 2, Andrias B. Sólsker 1

Team Klaksvík: Sámal á Tjaldrafløtti 6, Jens Pauli Mohr 5, Beinir Johannesen 3, Andras Ellingsgaard 3, Leivur Petersen 1, Vilhelm Vilhelmsen 1

 

VÍF - StÍF: 30-22 (18-11)

Málskjúttar:

VÍF: Filip Jojic 12, Julian Olsen 3, Andrias Eriksen 3, Hanus Christophersen 3, Sjúður Olsen 2, Teis H. Rasmussen 2, Sjúrður Nielsen 2, Áki Egilsnes 1, Heini Hanusarson 1, Mads Eriksen 1

StÍF: Eyðbjørn Eriksson 5, Kjartan Johansen 4, Sveinur Justinussen 3, Marius Joensen 2, Pætur Johansen 2, Jógvan G. Joensen 2, Steinar Prestá 2, Jón Rasmussen 1, Jákup Johansen 1

 

Støðan:

1. VÍF 22

2. Kyndil 19

3. H71 15

4. KÍF 13

5. Neistin 12

6. StÍF 7

7. Team Klaksvík 6

 

Liðugt: Kyndil hevur vunnið 36-20

 

36.min: (24-11) Kyndil setir trumf á tíðliga í seinna hálvleiki. David Edvardsen er nú topskjutti í dystinum, meðan Kyndil hevur lukkað av í egnum máli.

 

Hálvleikur: (19-11) Kyndil er omaná og hevur fleiri streingir at spæla uppá. Teir vunnu seg framum tíðliga í dystinum og hava fram til seinastu minuttirnar í fyrra hálvleiki bara økt um leiðsluna. Dysturin er í løtum eitt sindur hart spældur, men ikki beinleiðis óndsinna.

 

Felags fyri bæði liðini er, at málini eru deild millum tríggjar til fýra spælarar.

 

24.min: (16-8) Kyndil er omaná og hevur ikki torført við at faa bóltin í málið. Kyndil skorar tvær ferðir fyri hvørja ferð Team Klaksvík fær eitt mál. Tað merkist eisini á vøllinum, at Kyndil er omaná.

 

Undan dystinum:

Kyndil er greiður favorittur at vinna á Team Klaksvík, sum liggur niðast á stigatalvuni. Liðini hittust í fyrsta dystinum í hesum kappingarárinum og tá vann Kyndil, men dysturin hevur fingið eitt eftirspæl, tí Team Klaksvík hevur kært Kyndil fyri at brúka ein ólógligan spælara. Team Klaksvík hevur fingið viðhald í kæruni, men Kyndil hevur kært til hægri mynduleika.

 

Dystir um vikuskiftið:

Leygardagin:
Kl. 14.30 VÍF – StÍF (kvinnur) 29-21
Kl. 14.30 Kyndil – VB (kvinnur) Les grein HER
Kl. 15.00 Stjørnan – Neistin
Kl. 16.00 VÍF – StÍF (menn)
Kl. 16.00 Kyndil – Team Klaksvík
Kl. 18.00 H71 – Neistin